Valdemar Dalsgaard til minnis

Valdemar Dalsgaard varð av mongum í mínum ættarliði - hóast 10-15 ára mun í árum - hildin at vera javnlíki í aldri. Fyri ein part kom hetta helst av, at hann hevði so ung børn. Men tann sannara grundin mundi vera, at hann hevði eitt ungt sinni, helt fram at hava áhuga fyri mongum viðurskiftum og var humoristur ? av einum stillisliga innankátum, og stundum speiskum, slag.

Tey flestu okkara hava í okkara persónleika mangar nálir, sum tó ikki allar fáa ta somu tøðuna. Og soleiðis mundi eisini vera hjá Valdemari. Tá ið undirritaði hitti hann fyrstu ferð, var tað tíðindamaðurin Valdemar, sum var frammi. Tað hevði lukkast honum at fáa okkum, sum vóru pisur í 1962, at koma saman á eini steintrappu í túninum á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, mikrofonin var á lofti, og Valdemar spurdi okkum ungu um lesnað, ætlanir, um kamarsviðurskiftir og útreiðslur. Tey flestu ið hjástødd vóru, m.a. Hans Jacob Debes sáli, høvdu tikið studentsprógv sama árið, undirritaði tó tvey ár frammanundan. Valdemar, sum her umboðaði Útvarp Føroya, sýntist at vera tann føddi tíðindamaðurin. Um hetta mundið hevði hann ikki sørt av royndum á økinum, tí Valdemar var ? saman við m.a. Peturi Reinert og Axel Tórgarð ? við til at skipa fyri tí fyrsta føroyska útvarpinum ? útisetavarpinum, sum nevndist »Føroyingurin í Keypmannahavn«.
Sum persónur var Valdemar ikki ein, tú óboðin hevði hug at troðka teg inn á, tvørturímóti, ein farri av frástøðu sýntist at vera um hann. Sum aðrir lesandi føringar sást hann hesi árini ofta inni á tí føroyska krókinum á Kannibalinum í Nørregade, altíð nossliga ílatin og væl snákaður, eitt sindur bleikur og ógvuliga kurteisligur í medferð. Eg haldi, vit ungu tá firnaðust eitt sindur teir eldru tungufimu føroysku studentarnar. Kundi Kannibalurin sum heild tykjast bygdasligur og mentunarliga innsnarin, var Valdemar teirra millum, sum umboðaðu eina ávísa kosmopolitismu.
Hetta heystið, í 1962, reistist í Vesturtýsklandi tann sonevnda Spiegel-gølan, sum hevði við sær, at Franz Josef Strauss mátti fara frá sum verjumálaráðharri. Av tí sama var nummarið av Der Spiegel, har gølan varð umrødd, eftir stuttari tíð útselt, og Valdemar, sum ikki hevði fingið stundir til at keypa tað, fregnaðist eftir, um nakar átti blaðið. Tað vildi so til, at eg hevði ognað mær eitt eintak, og ikki sørt smæðin boðaði eg frá hesum. Úrslitið var, at eg sendi honum blaðið. Henda lítla hendingin mundi vera fyrsta dømi um »samstarv« okkara millum.
Nakað eftir hetta hendi tað, at føroyskir unglingar og lesandi ? ivaleyst m.a. fyri at koma burtur úr hesi køvandi provinsialismuni ? settu á stovn tað sosialistiska og radikala felagið, sum fekk navnið Framin, og sum fór at geva út eitt blað við sama navni. Oddafólk í hesi rørslu vóru m.a. André Niclasen, Kjartan og Gunnvør Hoydal, Gunnar Hoydal og Rolf Guttesen. Blaðið samstarvaði við listafólk og rithøvundar, m.a við William Heinesen og við yrkjaran T.N. Djurhuus, sum um hetta mundið eitt skifti búði í Keypmannahavn. Valdemar var við í hesum samstarvi, og frá hesum árum er til skjals ein hópur av tekningum frá hansara hond, sum vísir hann sum hegnigan ? stundum stuttligan, stundum hvassan ? satirikara við eyðkendari striku.
Sjálvur flutti eg úr Keypmannahavn í januar 1963 og kom ikki aftur til Danmarkar høvuðsstað fyrr enn trý ár seinni. Sum hann hevði verið árini frammanundan, var Valdemar framvegis ? nú farið var um miðjuna á sekstiárunum ? á sín bæði stillisliga og markanta hátt ein sjónligur partur av tí føroyska mentunar- og lestrarumhvørvinum í býnum. Ein hevði varhugan av, at heimið hjá honum og Marjuni ? í Dronningens Tværgade ? var eitt stað, har intellektuelt snaraðir føringar nutu blíðskap og hittust til orðaskifti og vertskap.
Valdemar hevði um hetta mundið í mong ár ? umframt at lesa norrønt og røkja onnur av sínum mongu áhugamálum ? arbeitt sum rættlesari á Berlingske Tidende. Vit hittust nú oftari, einamest í íbúðini hjá André og Dikku Niclasen, sum vóru felags vinir. Ein dagin spurdi eg hann, um nakar møguleiki mundi vera fyri at fáa starv sum rættlesari á Berlingaranum. Nakað seinni ringir hann og sigur, at brúk er fyri einum manni. Og soleiðis bar tað til, at undirritaði, tað mundi vera í desember 1968, trein inn í tann halga Korrekturin í Berlingske Tidende í Pilestræde, eitt hanagleiv frá har Skarvur nú er.
Ein sonn lýsing av hesum umhvørvi hevði helst kravt eina heila bók. Í stuttum kann sigast, at í hesum garni flættaðust mangir træðrir ? skaldskapur, bókmentir, tónleikur, intellektualisma, rokkur, beat- og jazz-áhugi og heimspeki - og at tann veftur, ið setti sín dám á heildina, var tað excentriska og avpartaða. Umframt ? fyri bara at nevna nøkur nøvn ? Carsten Kyhn, Dan Turèll, Jacob Ludvigsen (eldra), tann viðkvæma og ógloymandi litteratin Erik Nander, og fulltrúarnar Skov, Lindskov, Øhlers og tann kræsna Saul Bellow-týðaran Kurt Kreuzfeldt, vóru vit tríggir føringar á deildini ? Valdemar, undirritaði og Sigurd Bjarnadal, sonur Kristian Frederik Bjarnadal, sum í mong ár var lærari á Glyvrum.
Valdemar var um hetta mundið ikki vanligur rættlesari, men fulltrúi ? hann var tí stundum stjórans høgra hond og stundum sjálvur leiðari á deildini. Hann treivst væl í hesum umhvørvi og var bæði virdur og umhildin. Teir danskarar, ein hitti í hesum umhvørvi, vóru bæði gløggir og snúnir í orðum, men Valdemar stóð ikki aftan fyri teir og hevði umframt tað stóra og nákvæma vitan um ? sum maðurin segði ? bæði mangt og margt. Her kann verða skoytt uppí, at rættlestur, sum hann her var íðkaður, var av kreativum slag, rættlesarin skuldi ikki bara rætta vanligar stavi- ella skrivivillur, men gera vart við og bøta um skeivleikar í málburði og setningsgerð, rætta skeivar upplýsingar og gera vart við høpisleysar útsagnir. Nakrir fáir pennar fingu serviðgerð, og m.a. slapp tann gamli stílkringi essayisturin Henning Kehler at stava navnorð við stórum. Føringar vóru, óneyðugt at siga, sum heild fermari til at stava danskt enn danir sjálvir.
Hesi árini, frá 1968 og frameftir, vóru ein løgin tíð ? hugfangandi, litrík, ørlig, hættislig og spennandi. Korrektururin speglaði aftur rembingar og rák bæði í USA og á meginlandinum, og hvønn dag streymaðu nýggj nøvn ? hvørt flaggandi við bókaheitum, stevnum og nýggjum formlum ella loysnum ? inn á ta kvæmu og spølnu deildina ? William Burroughs, Norman O. Brown, Ken Kesey, Allen Ginsburg, Timothy Leary, Ronald Laing, Roland Barthes, Louis Althusser, Tom Wolfe, Alan Watts, Solsjenitsyn og Lukacs. Menn skiftu orð um hugtøk sum antipsykiatri, strukturalismu ella polymorfan perversitet, heitir sum karma og samsara singlaðu um oyruni. Tá ið orðið menn verður brúkt í hesum sambandi, skal tað skiljast bókstaviliga. Eg minnist meg ongantíð hava sæð eina kvinnu á deildini, og óhugsandi er ikki, at meira viðbreknar rættlestrarplantur høvdu antin følnað, slept sær til rýmingar og tað skjótt, ella bara horvið, um tað hevði eydnast onkrum umboð fyri hitt kynið at hótt verjugarðin um okkara blúgvu Jomsborg.
Sjálvur las eg um hetta mundið alt eg fekk hendur á av vísindaskaldskapi, og tað var her, eg las ta fyrstu bókin eftir J.G. Ballard, tann stóra meist-aran. Farið varð undir at týða nakrar tekstir, bæði vísindaskaldskap og meira vanligar bókmentir, til føroyskt, sum so komu á prent í blaðnum Fjølnir. Tað kom mest sum av sær sjálvum, at eg bað Valdemar leggja mær lag á málsliga. Tað var gaman í, og eg fekk tekstirnar aftur við rættingum og uppskotum. Valdemar var sum leiðbeinari bæði varisligur og uppalandi, og eftir hvørt umfar helt ein seg hava lært okkurt aftrat um eins egna mál. Og soleiðis byrjaði eitt samstarv, sum hevur hildið á ? sum umstøður hava loyvt ? síðani.
Samstundis var ein so heppin eisini at fáa gleði og nyttu av Valdemars listarligu gávum. Á sumri 1969 var nóg mikið umsett, til at tekstirnir kundu koma út í bók. Úrvalið fekk navnið Drekin, og Valdemar játtaði at gera permumyndina, sum var av dreka á blágrønum baksýni, tí, sum Valdemar tók til, »mær hevur altíð dámað væl turkis«. Bókin varð send teimum upprunahøvundum, sum vóru á lívi, m.a. eisini Ray Bradbury í California. Og stutt fyri jól í 1969 kom svar frá manninum, sum skrivaði Fahrenheit 451 og Krýnikur av mars, eitt fjarrit, sum eg havi goymt, har hann ovurfegin og við orðunum »Glory! Hallelujah!« takkar fyri bókina. Bradbury er enn á lívi, og ivaleyst er tann turkislitta bókin við drekanum hjá Valdemari uttaná at finna í hansara bókasavni í Cheviot Drive í Los Angeles, California, helst einasta dømi um føroyskt prent í hesum savni.
Men samstarvið við Valdemar helt fram, og til bókina Kaleidoskop, frá 1974, sum er eftir sama Bradbury, gjørdi hann fýra tekningar ? strangar, raffineraðar, svart-hvítar myndir. Tann fyrsta, sum er eitt meistaraverk, lýsir longsul, tvær avmynda menniskjans avbjóðingar úti í rúmdini (og fáa ein at hugsa um filmin Rúmdarferðin 2001 eftir Kubrick) og tann seinasta, sum er gjørd til eina floygda Picasso-stuttsøgu, vísir okkum tann spanska meistaran, við glógvandi eyga, avmyndaðan við strongum, og samstundis læandi, innankæti.
Hesi árini var Valdemar farin at lesa russiskt. Starvið á Berlingske Tidende, í stóran mun náttararbeiði, kravdi ikki so lítið, og ivaleyst hevur Valdemar gjørt av, at nú mátti veljast. Hann segði tí upp og fór til Sovjetsamveld-ið, har hann búði og las eitt skifti, kanska eitt heilt ár. Eisini á annan hátt vóru hesi árini ein broytingartíð. Nøkur ár seinni flutti Valdemar til Føroya og setti búgv í Hoydølum saman við Bozenu, úr Kekkia. Tey, sum kendu Valdemar væl, vistu, at hann ikki bara var barngóður til, men hevði merkisverdar gávur at fáast við børn, fortelja, tekna og geva sær far um tey, á teirra egna støði. Tær fýra genturnar, sum Valdemar og Bozena fingu, vóru helst tann stóra lukkan í hansara lívi.
Hvat Valdemar avrikaði, eftir at hann kom til Føroya, sum undirvísari og málsligur leiðbeinari, um sumt av hesum er væl sagt frá aðrastaðni og av øðrum. Sjálvur fekk eg framhaldandi gleði og nyttu av hansara list og kunnleika, hann gjørdi permumyndina til søgusavnið Við tendraðum lyktum, frá 1982, og sum kønur í russiskum hjálpti hann mær ferð eftir ferð, seinast tá tann lítla bókin Jósef Stalin varð givin út í 2003. Ikki bara segði hann mær, hvussu hvørt navn skuldi stavast, hann gjørdi eisini vart við, hvar áherðslan skuldi leggjast. Hvørji brek henda bók hevur, Valdemars partur lá ikki eftir.
Tá ið farið varð undir, í samstarvi við Sjónvarp Føroya, at gera tríggjar sendingar um skaldið Hans Andrias Djurhuus, varð eina ferð enn heitt á Valdemar, og hann játtaði at fortelja um yrkjaran og læraran Hans Andrias, sum hann mintist hann frá tíðini í realskúlanum í krígsárunum. Uppgávan var alt annað enn einføld. Sum okkara sagnir eru góð dømir um, er lætt at lýsa forherðingar ella ribbaldar, ólíka torførari er at lýsa eitt gott menniskja. Kortini megnaði Valdemar at geva eina bæði livandi og hugtakandi mynd ikki bara av skaldinum og menniskjanum Hans Andriasi, men av øllum realskúlaumhvørvinum, helst bæði av teirri grund, at hann mintist so væl og so neyvt, serliga smálutir, og haraftrat helst av tí, at hann valdi ein eitt sindur skemtingarsaman vinkul. Valdemar, sum viðhvørt kundi tykjast svinnur, beinleiðis blomstraði í hesum leikluti. Fyri sendingarnar sum heild var hansara medvirkan ein fongur.
Í huga og minni stendur Valdemar merkiliga livandi, og tað vakra, føroyska orðið eftirsjón tykist í hansara føri sera beinrakið. Hann var helst blúgvur maður og als ikki ein, ið vildi vita av umrøðu, tíansheldur lógvabrestum. Henda kvøða er ein roynd at bera honum takk fyri samstarv, vælvild og leiðbeining í út við fjøruti ár. Samstundis verða borin Bozenu ? ið eins og Valdemar altíð hevur verið fyrikomandi og góð í ráðum, kanska serliga har tað snúði seg um okkurt orð úr hennara móðurmáli ? og døtrum hennara ynski um, at mong og góð minnir kunnu veita ugga og styrki í hesum og komandi døgum.

Hanus Kamban