Fellir Løgtingið eitt broytingaruppskot um at útseta at skipa landið sum eitt valdømi, fer løgmaður at útskriva val -Annaðhvørt verður broytingaruppskotið um at útseta at skipa Føroyar sum eitt valdømi samtykt, ella verður val útskrivað í úrtíð.
Ta niðurstøðuna er Jóannes Eidesgaard, løgmaður, komin til, eftir at hann í dag hevur havt fund við formenninar í samgonguflokkunum.
Uppskotið hjá Edmundi Joensen at skipa Føroyar sum eitt valdømi kemur til viðgerðar í Løgtinginum í morgin. Har verður tað beint í rættarnevndina, og ætlanin hjá samgonguni er so, at nevndin skal leggja fram broytingaruppskot um at útseta skipanina við einum valdømi.









