Valdømi, útbyggingar o.a.

Ein viðmerking til Jógvan við Keldu

Baksíðuteigur Dimmalættingar, Hinvegin, er ? sum navnið sigur ? ein stuttorðað øðrvísi hugsan um dagsins viðurskifti ymsar vegir. Í so máta átti viðmerking mín viðv. valdømisskipanini ikki at staðið í hesum teigi, men í kjak- og meiningateigi Dimmalættingar. Tí hon viðmælti sjónarmiðinum hjá Jákup Sverra Kass um at skipa Føroyar sum eitt valdømi.
Síðani havi eg fingið eitt aftursvar frá Jógvani við Keldu, løgtingsmanni, Klaksvík. Hann biður meg svara seks spurningum frá sær. Tað fari eg ikki at gera ? ið hvussu er ikki sum hann biður. Í fyrra lagi tí, at eg í viðmerkingum mínum ikki nevndi nakað ávíst øki í landinum, tá eg umrøddi heimabeitispolitikk og ørvitisprojekt, men nevndi viðurskiftini í síni heild. Í øðrum lagi tí, at eg haldi, at tal- og valkøn og búskapar-køn kunnu svara mongum av hasum spurningunum betur enn eg. Og haraftrat fyrikoma spurningarnir mær sum ein avhoyring. At eg skal standa skúlarætt. Tað ætli eg mær ikki.
Men eg skal í stuttum lýsa støðu mína gjøllari. Fyrst valdømisskipanin:
Vit eru einki milliónasamfelag, men einans uml. 48.000 fólk. Tess færri vit eru, tess meiri áneyðir eru, at vit standa saman og lyfta í felag. Eitt valdømi hevði sjóðað okkum meira saman sum fólk. Sigi fyri meg, at eg ? hóast eg búgvi í Havn ? nógv heldur hevði valt ein skilagóðan klaksvíking á ting enn ein minni skilagóðan havnarmann. Tað er kapasiteturin í knokkinum og hegnið at reka politikk, ið umræður. Tað var Janus skald Djurhuus, sum einaferð tók soleiðis til, at Føroyar vóru ikki eitt land, men seytjan oyggjar, hvør móti aðrari. Og á oyggjunum vóru tað aftur kommunurnar, bygdirnar og býlingarnir, sum sínámillum stríddust og royndu at krøkja hvør til sín. Talað varð aldrin um føroyingar í síni heild. Slíkt skapar sundurlyndi. Kommunusamanleggingin nú er eitt stig á leiðini at koma hesum sundurlyndi til lívs. Næsta stigið eigur at verða valdømini.
Og hvat útbygging í samfelagnum viðvíkur kann eg siga, at hon eigur at verða raðfest samsvarandi kostnaðarnyttukanningum og samfelagsbúskapinum í síni heild. Vit hava upplivað ? enntá í sváru kreppuni fyrra helming av 1990-árunum tá føroyska samfelagið ók á knøunum ? at tingmaður/menn í ávísum valdømi hóttu við samgongusliti, um ikki ávís kostnaðarmikil bergholsætlan varð sett í verk.
Er skil í hesum, at ávísir tingmenn skulu sleppa at trumfa sítt ígjøgnum samstundis sum øll hini skulu spenna lívreimarnar?
Í góðum tíðum er gaman í at rista breiðar álir. Eg ivist ikki í, at bæði undirsjóvartunnilin millum Vágar og Streymoy og ein komandi millum Eysturoy og Norðoyar fer at skapa trivnað í hesum økjum, tí talan er um øki, har nógv vinnuvirksemi er frammanundan. Men vit hava sæð milliónaupphæddir blakaðar burtur til onga nyttu. Til projekt, sum ein helt fóru at geva mennandi úrslit, men ikki gjørdu tað.
Í tveimum førum er talan um avtofting.