VAL Í USA: Obama á odda

Í dag skulu amerikanarar velja sær forseta fyri tað næsta fýra ára skeiðið, og halda tær seinastu meiningakanningarnar, fara teir at velja Barack Obama, forseta fram um avbjóðaran, Mitt Romney.

Kanningarnar vísa, at Obama hevur havt framgongd teir seinastu dagarnar, men í teimum landsumfatandi kanningunum er munurin millum hann og Romney lítil - 48,8 prosent til Obama og 48,1 prosent til Romney.

Men tað týdningarmesta er støðan í teimum sokallaðu sveigstatunum, og har er Obama frammanfyri.

Í Ohio geva kanningarnar Obama 50 prosent og Romney 46, í Virginia fær Obama 48 og Romney 46, og í Colorado fær hann 48 prosent og Romney 47. Í Wisconsin stendur Obama til at fáa 50 prosent, og Romney stendur til at fáa 46, í Iowa fær hann 48 prosent ímóti 46 til Romney, og í Nevada er lutfallið 50-47. Í Florida er Romney harafturímóti frammanfyri, men tepurt. Kanningarnar geva honum 48 prosent og Obama 47.

Eygleiðarar siga, at vinnur Obama í Ohio, Wisconsin og annaðhvørt Iowa ella Nevada, er tað helst nóg mikið til at tryggja honum teir 270 valmenninar, sum eru neyðugir fyri at vinna valið.