Vladimir Putin, forseti, hevur útskrivað val til undirhúsið í russiska tjóðartinginum 2. desember skulu russisku veljararnir velja 450 limir í Duma, sum er undirhúsið hjá tjóðartinginum í Moskva. Tað hevur Vladimir Putin, forseti, gjørt av.
Valstríðið kann tó ikki byrja, fyrr enn valkunngerðin kemur í almenna kunngerðarblaðið Rossiskaya Gazeta.
Politiskir eygleiðarar í Moskva siga, at teir næstu mánaðirnir verða eitt langt valstríð, sum endar við forsetavalinum í mars næsta ár. Vladimir Putin hevur tá verið forseti tvær setur og kann tí ikki stilla uppaftur, men tað hevur leingi ljóðað, at hann umhugsar at broyta stýrisskipanina, so hann kann stilla uppaftur í vár.