Ásannast má, at hesar royndir vóru út av lagi vánaligar. Táverandi løgmaður dugdi sær ikki hógv og skilti als ikki endamálið við hesi víttgangandi heimild. Øll minnast vit hvussu hann tók løgtingið sum gísla og av sínum eintingum í tíð og úrtíð hótti við at útskriva nýval gjøgnum alt valskeiðið, um hann ikki fekk trumfa sín persónliga vilja ígjøgnum. Persónliga nalvaskoðanin og vanvirðingin fyri løgmansembætinum gav seg eisini týðuliga til kennar, tá Edmund Joensen ein sunnumorgum tók øll á bóli við at útskriva nýval, fyri sama dag at krúpa aftur til krossin og avlýsa valið, bukaður uppá pláss av sínum egnu.
Áhaldandi hóttanirnar frá táverandi løgmanni hildu ikki uppat av hesi grund, men vóru ein áhaldandi kleppur hjá samgonguni, sum ongantíð fekk arbeiðsfrið og ongantíð visti um henni framhaldandi var lív lagað.
Tað var bara ein spurningur um tíð til her fór at enda gali og so var!
Persónligt maktamboð
Okkara løgmaður, sum hevði fingið litið uppí hendur at nýta hetta amboð við at útskriva nýval í úrtíð fyri politiskt at varðveita eina natúrliga javnvág millum lóggevandi og útinnandi vald gjørdi nú heimildina til eitt persónligt maktamboð, sum kundi misnýtast til at bert at tæna egnum politisku áhugamálum.
Ikki óvæntað gjørdi hann so knappliga bart í apríl 1998. Ein lokal persónlig ósemja við valfelagið í Eysturoynni hevði gjørt løgmann firtnan. Sum ein annar fornermaður smádrongur fór hann brótandi upp á tingsins røðarapall og boðaði frá, at nýval varð útskrivað við tí úrsliti, at alt politiskt virksemi helt uppat frá einumdegi til annan.
Øll eru samd um at hesin atburður var fullkomuliga skilaleysur og til lítlan ógvuliga lítlan sóma fyri løgmansembæti. Eisini var henda valdsmisnýtsla ein dyggur smeitur fyri nýggju skipanina, sum setti sítt álit til sakligheit og dømikraft hjá persóninum í landsins hægsta embæti.
Løgmaður umboðar landsstýrið
Politiska støðan í dag er orsaka av persónligum ósemjum heldur ótrygg um ikki heilt lík støðuni í valskeiðinum frá 1994 - 1998.
Tað avgerandi má tó vera, at persónlig viðurskifti ongantíð kunnu nýtast sum haldgott og forsvarligt grundarlag fyri at útskriva val í úrtíð.
Út frá meginregluni um javnvág í politisku skipanini og, at tað er landsstýrið, sum útinnandi vald umboðað av løgmanni, sum í veruleikanum hevur fingið hesa heimild, so má og skal løgmaður ongantíð nýta hesa heimild til bert egna vegna at útskriva nýval.
Mótvegis løgtinginum og Føroya fólki umboðar hann nevniliga landsstýrið og ongantíð seg sjálvan.
Kemur løgmaður í persónligar trupulleikar, so má hann taka avleiðingarnar á annan hátt enn Edmund Joensen, sum í smásinni og hevnisøku valdi at lata hetta ganga út yvir sitandi landsstýri og løgting .
Tað er tí at vóna, at virðingin fyri løgmansembætinum og stýrisskipanini verður varðveitt á ein slíkan hátt, at løgmaður í framtíðini bert útskrivar nýval í úrtíð, tá hetta er sakliga grundað í reint politiskum viðurskiftum og fullkomuliga uttan persónlig atlit.