Flestu greinarar væntaðu, at valúrslitini í Fraklandi og Grikkalandi fóru at síggjast aftur, tá virðisbrævamarknaðirnir kring heimin lótu upp í morgun, og so varð.
Á marknaðunum í Asia fullu partabrøvini, og virðið á evruni fall eisini. Og tá marknaðurin í Keypmannahavn lat upp fyri tjúgu minuttum síðani, fall OMX Copenhagen 20-vísitalið 2,45 prosent.
Tað er óvissan um ES-politikkin hjá tí nývalda franska forsetanum, Francois Hollande, og politiski ruðuleikin í Grikkalandi aftan á valið har í gjár, sum seta marknaðirnar undir trýst.