Vakurleikin størri týdning í Føroyum enn í Danmark

Í Danmark merkja skurðlæknar ein munandi minni eftirspurning eftir vakurleika skurðviðgerðum, meðan Artharmonia í Klaksvík merkir ikki kreppuna á nakran hátt Í Danmark er eftirspurningurin eftir vakurleika skurðviðgerðum minkað við 40 prosentum seinasta árið. Privatir skurðlæknar kring Danmark merkja kreppuna á tann hátt, at eftirspurningurin er minkaður so mikið nógv, at fleiri privat sjúkrahús eru um at fara av knóranum. Serfrøðingarnar siga, at orsøkin kann verða, at undanfarnu ár hava danir tikið nógvar vakurleika viðgerðir til sín, men kreppa førir við sær, at krøvini eru lækkað munandi.

Eisini í Amerika eru nógv privat sjúkrahús farin av knóranum, orsaka av minkandi eftirspurninginum á skurðviðgerðar økinum.

 

Men í Føroyum er støðan ein onnur.

Føroyingar hava ikki tikið kreppuna til sín á tann hátt, at vakurleika viðgerðir hava mist sín týdning.

- Vit merkja einki til kreppuna sum so, sigur Eliesar Olsen, skurðlækni í Artharmonia í Klaksvík.

Spurdur um, hvør orsøkin man verða fyri at føroyingar halda fram við skurðviðgerðunum, sigur Eliesar Olsen soleiðis.

- Í Føroyum fremja vit í stóran mun bert skurðviðgerðir, ið loysa trupulleikar hjá fólki. Til dømis kann nevnast, at tann mest eftirspurda skurðviðgerðin er at minka um bróstini hjá kvinnum, sum ikki er ein viðgerð, ið beinleiðis hevur við vakurleika at gera, sigur Eliesar Olsen.

 

Undir øllum umstøðum er greitt, at føroyingar ikki lata kreppuna ávirka peninganýtsluna á vakurleika økinum.