Vaktarskipini lógu helvtina av tíðini

Sambært tølum, sum Sosialurin hevur fingið, liggja vaktar- og bjargingarskipini hjá Fiskiveiðieftirlitinum tilsamans í 346 av teimum 730 døgunum, sum skipini tilsamans kunnu vera úti í einum árið. Tó er betring í væntu í ár

Spurningurin er, um tørvur er á fleiri enn einum vaktarskipið í økinum kring Føroyar, tí sambært tølum frá Fiskiveiðieftirlitinum, sum Sosialurin hevur fingið innlit í, eru skipini, Tjaldrið og Brimil, bara í sigling umleið helvtina av tíðini, sum tey tilsamans kunnu vera úti. Tjaldrið er skipið, ið hevur ligið meira. Heili 201 dag lá skipið, sum merkir, at tað bara var úti í 164 dagar í fjør.

Samanborið við 2006 lógu skipini tilsamans 173 dagar fleiri í fjør.

- Tað, sum hendi í fjør, var, at oljuprísurin bleiv høgur. Hetta gav okkum stórar eykaútreiðslur, og tá oljan er ein hin størsti variabulin í útreiðslunum, so sigur tað seg sjálvt, at vit høvdu ov lítið av peningi, sigur Elmar Højgaard, stjóri á Fiskiviðieftirlitinum. Hann greiðir frá, at hetta er høvuðsorsøkin til, at skipini vóru so lítið úti í fjør.

- Vit hava hert eftirlit við í samgonguskjalinum, so vit mugu syrgja fyri, at vit ikki koma í somu støðu. Oljan var sera dýr í fjør, og tí gjørdist tað so trupult at fáa tað at passa, men nú er oljuprísurin minkaður. Tí skuldi tað borið til at hava eitt nøktandi vaktarhald í ár, metir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við Fiskivinnumálum.

Í fjør var ein fyribils fíggjarlóg fram til 13. juni, og tað hevði við sær, at stórar sparingar blivu gjørdar, tí játtanin eftir øllum at døma, ikki fylgdi stóru hækkingini í oljurprísinum.


Minst eitt skip

Hóast skipini lógu heilt nógvar dagar í fjør, so var altíð okkurt skip í sigling.

- Tað var ongantíð soleiðis, at bæði skipini lógu. Danir hava eisini skip í økinum, so fyri tað mesta vóru minst tvey vaktar- og bjargingarskip tilsamans, sigur Elmar Højgaard, sum tó ikki metir hetta vera nøktandi.

Í sama viðfangi nevnir Elmar Højgaard, at tað er komi fyri, at ongin tyrla hevur verið til tænastu, men at hetta ikki er komi fyri, tá tað hevur verið tørvur á henni.

Hetta kann Jacob Vestergaard ikki góðtaka.

- Nú veit eg ikki so nógv um hatta, men tað sigur seg sjálvt, at ein tyrla altíð má vera til taks. Ongin kann vita nær tað er tørvur á henni, og tí er tað eitt ófrávíkiligt krav, at ein tyrla altíð er, greiðir avvarðandi landsstýrismaðurin frá.


Mistu manning

Tá skipini í langum tíðarskeiðum lógu í fjør, vóru fleiri av manningini, ið fóru í onnur størv. Hesi størv vóru ikki sett aftur fyrr enn í septembur.

- Vit mistu nógva manning, tí teir byrjaðu at kenna á sær, at starvið ikki var so trygt, tí tað var upp á tal at spara eina manning burtur, greiðir Elmar Højgaard frá.

Vanliga eru fýra manningar tengdar at vaktar- og bjargingarskipunum, soleiðis, at helvtin er umborð og helvtin er í landi.

- Vit valdu at lata vera við at seta hesi størvini, tí vit vistu ikki, um vit fóru at hava nóg høga játtan til at hava fýra manningar, staðfestir Elmar Højgaard. Hann greiðir somuleiðis frá, at tað gjørdist trupult at fáa manning, tá teir fingu eykajáttanina. Tað hevði við sær, at manningarnar ikki vóru fullmannaðar fyrr enn í septembur.

Hann greiðir eisini frá, at tað kann verða ein trupulleiki, at fáa manning til skipini í framtíðini. Tí menn, sum sigla undir somu korum í Noregi til dømis, fáa dupult so nógv løn, sum teir, ið sigla fyri Fiskiveiðieftirlitið.


Betring í ár

Hóast játtanin til Fiskiveiðieftirlitið ikki er líka stór, sum stovnurin ynskti, so metir Elmar Højgaard, at teir megna, at veita eina líknandi tænastu, sum í 2007. Tá vóru skipini í sigling í 469 dagar.

- Oljuprísurin er lækkaður nógv, og játtanin hjá okkum er vaksin eitt sindur. So mann kann rokna við, at um oljuprísurin ikki hækkar, ella lækkar meiri, so klára vit at vera úti í eina 480 dagar, sigur stjórin á Fiskiveiðieftirlitinum.

Jacob Vestergaard tekur undir við hesum og nevnir samgonguskjalið, har hert eftirlit er ein partur. Hann greiðir somuleiðis frá, at hann helst fer at biðja um eykajáttan, um tað gerst neyðugt.

Elmar Højgaard greiðir eisini frá, at skipini í dag ikki sigla líka nógvar fjórðingar, tí fiskiskipini verða fylgd á fylgisveini, og tí sigla vaktarskipini ikki í blindum longur, og hetta ger arbeiðið hjá Fiskiveiðieftirlitinum lættari.


Manningin ger viðlíkahald

Teir dagarnir, sum koma undir sparing og annað, vóru tó í fjør nýttir til okkurt.

- Av tí, at vit ikki hava nóg stóra játtan til viðlíkahald, so royna vit at nýta manningina at gera viðlíkahald. Hetta gjørdu vit millum annað í hesi sparitíðini. Hóast manningin ger eitt stórt arbeiði, og skipini eru væl viðlíkahildin, so er tað ikki nøktandi, sigur Elmar Højgaard.

Jacob Vestergaard metir hinvegin, at manningarnar á vaktar- og bjargingarskipunum hava gjørt eitt sera gott viðlíkahald, og fortelur, at alt sum eitur klassing og størri viðlíkahald, sjálvandi verður gjørt á skipasmiðjunum.

Í ár skal allur motorurin á Brimli til klassingar.


Bjarging tað hægsta

- Um sparingar verða neyðugar, so sigur tað seg sjálvt, at tað verður eftirlitið tað gongur útyvir. Vit kunnu ikki ganga á kompromi við trygdina. Tað má altíð vera fyrsti prioritetur. Men í samgonguskjalinum stendur at betri vaktarhald skal vera, so eg rokni við, at tað fer at ganga, sigur Jacob Vestergaard.