Vaktarskipið: Handverkar mótmæla, at skipið verður bygt uttanlands

Í sambandi við, at lógin um eykajáttan til Fiskivinnustýrið til bygging av nýggjum vaktarskipið, fer til triðju viðgerð í tinginum í dag, hevur Havnar Handverkarafelag latið landsstýrismanninum við fiskivinnumálum ein hóp av undirskriftum har mótmælt verður at skipið verður bygt uttanlands

Í sambandi við at løgtingið í dag viðgerð lógina um eykajáttan til Fiskimálastýrið, til bygging av nýggjum vaktarskipið, hevur Havnar Handverkarafelag savnað inn undirskrivtir, fyri at mótmæla, at nýggja vaktarskipið verður bygt uttanlands.

Undirtøkan hevur verið góð.

Umleið 1000 fólk hava skrivað undir áheitanina á landsstýrismannin í fiskivinnumálum og harafturat er eisini eitt stórt tal av virkjum, sum vanliga hava upåpgávur í sambandi við skipabygging, við í mótmælinum.