Vaktarskifti í Downing Street

Loksins kunngjørdi bretski forsætisráðharrin, at hann leggur árarnar inn eftir tíggju ár í heita sessinum sum landsins ovasti leiðari. Meðan Gordon Brown ger seg tilreiðar at flyta inn í Downing Street nr. 10, stríðast fjølmiðlarnir um eftirmælið hjá Blair. Teir vinstravendu rósa honum til skýggja fyri tann progressiva sosialpolitikkin, meðan teir konservativu fella ein lemjandi dóm. Í hesi grein hyggja vit nærri at tí, sum teir politisku viðmerkjararnir í Bretlandi skriva í sínum eftirmetingum av Tony Blair

Sosialurin, London: Tony Blair var ikki høgt í metum, nú hann legði frá sær sum forsætisráðharri Bretlands, og Gordon Brown fer at hava torført við at endurreisa flokkin, sum rør tungan andróður í hesum døgum. Á kommunuvalinum fyrst í mai mánaði gjørdist Labour tann stóri taparin um so at siga alt landið. Á tjóðartingsvalunum í Wales og Skotlandi høvdu tjóðveldisflokkarnir stóra framgongd, meðan teir Konservativu fingu stóra undirtøku í kommunuvalinum í Englandi. Skotski tjóðveldisflokkurin, SNP, gjørdist enntá størsti flokkur norðanfyri markið, og tað er ein sera dyggur smeitur fyri Labour, hvørs háborg altíð hevur verið í Skotlandi. Hetta var ein seinasta heilsan frá veljarunum, og boðskapurin var ikki til at fara skeivur av: Labour hevur rent seg í ein tronga, og Blair er ikki maðurin, ið skal fáa flokkin aftur á rættkjøl. Hagtølini tala sítt greiða mál Eingin ivi er um, at kríggið í Irak kastar ein myrkan skugga yvir eftirmælið hjá Blair, og at júst hetta er ein av orsøkunum til, at Blair og Labour hava so lítla undirtøku í hesum døgum. Á so at siga øllum økjum er Bretland betur fyri í dag enn fyri tíggju árum síðani. Støðugur búskaparvøkstur hevur betrað livistøðið hjá vanliga bretanum. Skúlar og sjúkrahús eru í betri standi, eftir at Blair-stjórnin hevur økt játtanina til almannaverkið munandi. Harumframt hevur minstalønin og skattalætti til láglønt minkað um gjónna millum rík og fátøk, sum vaks undir teimum Konservativu. Umframt at nevna øll búskaparligu og sosialu vísitølini, ið tala sítt greiða mál til fyrimuns fyri Blair, velur The Economist eisini at vísa á tey viðurskifti, sum ikki kunnu mátast av hagfrøðingum. - Á økjum, ið ikki kunnu mátast og vigast, hevur Tony Blair eisini staðið fyri stórum frambrotum. Gamla Bretland er í dag eitt altjóða fyrimynd, tá talan er um opinleika, og landið er sum heild meira altjóðakent og kosmopolitiskt enn áður, skrivar The Economist í sínum leiðara. Blaðið vísir á mannarættindalógina, lógina um skrásett parlag og økt sjálvstýri í Wales, Skotlandi og Norður Írlandi. Harumframt leitar eitt stórt tal av innflytarum sær til Bretlands úr Eysturevropa, og tað hevur stuðlað búskaparvøkstrinum sambært The Economist. Blaðið gevur sum heild Tony Blair eitt gott skoðsmál, hóast funnist verður at fleiri viðurskiftum. Serliga er tað tað progressiva og liberala sinnalagið, ið er orsøkin til, at blaðið hevur stuðlað honum øll árini. Konservativur kritikkur Høgrasinnaða blaðið, The Daily Telegraph, hevur ikki nógv gott at bera Tony Blair. Í leiðaranum fokuserar skribenturin á ta verjukendu røðuna, sum Blair helt, tá hann kunngjørdi sína afturtøku. Sambært blaðnum hevur embætistíð Blairs verið eyðkent av veikari leiðslu, sum ikki hevur rokkið teimum málum, ið sett vórðu út í kortið. - Fremsta málið hjá Labour hevur verið at varðveita valdið. Øll uppskot, sum kundu komið stjórnini í vanda, hava verið kveistrað til viks, og tí hevur Labour-stjórnin ført ein sera varnan innanríkispolitikk, ið hvørki hevur verið djarvur ella radikalur. Ferð eftir ferð hevur stjórnin runnið undan ábyrgd og hevur valt lættastu loysnina av ótta fyri at missa valdið, skrivar The Daily Telegraph í sínum leiðara. Labour hevur oyðslað ovurstórar upphæddir av peningi skattaborgarans, sum hevur fingið lutfalsliga lítið afturfyri í betraðum vælferðartænastum. Úrslitið av hesum politikki er, at Bretland hevur eitt afturútsiglt heilsuverk samanborið við onnur evropeisk lond. Harumframt er skúlaverkið niðurslitið, og ov nógv børn koma úr skúlanum uttan at duga nóg væl at lesa og skriva. Harumframt er sosiali mobiliteturin ikki øktur nóg nógv, og fátækradømið millum børn er ikki minkað nóg nógv. Blaðið vísir eisini á, at grovur harðskapurin er nógv øktur, og at Bretland hevur mist tamarhaldið á innflytingini, nú útlendingar floyma inn yvir landið. Hesi álvarsmál hevur stjórnin ikki tikið í nóg stórum álvara og hevur ikki rætt hond frá síðu fyri at bøta um hesi viðurskifti. Lemjandi dómurin frá The Daily Telegraph er, at Tony Blair var ein fantastiskur sjónleikari, men bert ein hampuliga góður statsleiðari. Blairisman hevur sigrað Vinstravenda blaðið The Guardian fagnar Tony Blair fyri at hava moderniserað Bretland og leggur dent á, at Blair veruliga hevur arbeitt fyri at betra umstøðurnar hjá teimum, ið ikki høvdu nógv at liva fyri frammanundan. The Guardian rósar serliga Blair fyri, at tey lágløntu hava fingið eitt skump rætta vegin, og sjálvt katastrofala støðan í Irak skal ikki oyðileggja hetta eftirmælið Blairs (blaðið hevur annars funnist hvassliga at Blair fyri at hava tikið undir við innrásini í Irak). - Blairisma er vorðin tann nationala trúarjáttanin, har sosialt rættvísi gongur hond í hond við búskaparvøkstri. Tann Triði Vegurin (The Third Way) er vorðin tann einasti vegurin, og Labour hevur vunnið sær fullkomið politiskt og intellektuelt einaræði, skrivar The Guardian í síni forsíðusøgu. Orsøkin er hon, at Labour hevur megnað at kombinera óvanliga stóran búskaparvøkstur við umfatandi betringar av almennum vælferðartænastum. Blaðið vísir víðari á, at eftir Blair-tíðina verða allir flokkar noyddir at taka tann progressiva sosialpolitikkin hjá Blair til sín. Allir flokkar mugu raðfesta hægri játtanir til heilsu- og skúlaverkið, pensjónir, barnaansing og familjupolitikk. - Blair hevur sett nøkur mál, ið eingin stjórn torir at forkasta í framtíðini, skrivar The Guardian. Og hetta er hansara veruligi arvur. Hann hevur flutt Bretland av tí høgravendu, konservativu kósini yvir á ta sosialdemokratisku leiðina. - Konservativi leiðarin, David Cameron, fer ikki at lyfta arvin eftir Blair, men hvørt orð, hann mælir, er eitt prógv um, at Blair hevur sigrað. Her verður sipað til, at tann Konservativi flokkurin hevur flutt seg rættiliga nógv inn á miðjuna í bretskum politikki. Hóast bløðini eru ymisk á máli um arvin eftir Blair, so eru so at siga øll samd um, at fyrsta valskeiðið var burturspilt, og at Labour-stjórnin als ikki visti nágreiniliga, hvørji átøk skuldu setast í verk, tá flokkurin endiliga hevði fingið valdið eftir 18 ára oyðimarkargongd. Ein orsøk var, at ræðslan fyri at missa valdið sat ov djúpt í arbeiðaraflokkinum. Tað var ikki fyrr enn í næsta valskeiðnum, at verulig gongd kom á reformpolitikkin, sum Blair hevði lovað til valið í 1997. Brown hevur eina torføra uppgávu Í vikuni gjørdist greitt, at Gordon Brown verður nýggjur forsætisráðharri. Einki mótvalevni hevði nóg stóra undirtøku fyri at stilla upp á komandi floksfundi, og tí fellur valið á mannin, ið hevur verið fíggjarmálaráðharri seinastu tíggju árini. Umframt at vera arvafíggindi Blairs innanfloks í Labour eigur Brown stóran lut í teimum úrslitum, ið hendan Labour-stjórnin hevur skapt. Trupulleikin hjá Brown, ið er prestasonur úr Skotlandi, verður at skapa sær eitt nýtt image. Hann hevur altíð verið tann turri talknúsarin í fíggjarmálaráðnum, men nú skal hann venja seg við leiklutin sum ovasti politiski leiðari fyri tjóðini. Spunasmiðir Browns eru longu farnir til verka at geva Brown eina nýggja ímynd, so at hann kann vinna valið ímóti tí unga og populera konservativa leiðaranum, David Cameron. Í løtuni bendir nógv á, at Labour má taka til takkar við einum sæti í andstøðu eftir komandi val. Spurningurin er, um Brown megnar at venda gongdini ella um Labour loksins má siga valdinum farvæl.