Vaktarskifti á Bryggjubakka !

Sakaris Zachariasen, Valevni til formanssessin í FF
---

Fyrsta reglan í formansfrágreiðingini ljóðar soleiðis: “Vit hava sigrað av helviti til – gott”. Eitt ússaligt bergmál frá gomlum donskum pampararetorikki fyri meira enn einum mansaldri síðani.
Má bara staðfesta, at áhugin fyri ársfundinum hjá Føroya Fiskimannafelag (FF) ikki var serliga stórur. Einans 66 av 850 limum møttu til landsfundin, og er tað alt ov vánaligt. Er fyrsta reglan í frágreiðing formansins: “Vit hava sigrað av helviti til – gott”, ein ábending til út av lagi ringu uppmøtingina á landsfundinum, so má eg bara geva tí eina stjórnarliminum rætt, tá hann á fundinum segði mær, at Fiskimannafelagið undir verandi leiðslu er um at ganga sundur í seymingini, og verður ikki okkurt munagott gjørt, verður ein galin endi. Tá ein annar stjórnarlimur stillar ein nýútlærdan kontórmann á skrivstovuni hjá Fiskimannafelagnum upp ímóti formanninum í 6 ár, sum aftur hesaferð er í uppskoti, so boðar hetta ikki frá serliga góðum arbeiðsstevi innanveggja í felagshølunum á Bryggjubakka. Av góðum grundum veit eg ikki hvat FF fyritekur sær um dagarnar. Men eg luktaði tjúkkan brendaroyk, tá ið eg var inni á gólvinum, har eg skuldi boða frá, at eg stillaði upp ímóti sitandi formanni. Eg fekk rímiliga kontant at vita, at eg skuldi ganga spakuliga um hurðarnar, og at eg mátti undir ongum umstøðum tosa við handan ella hin. Eg mátti gera soleiðis og soleiðis, tí annars var vandi fyri at mín uppstilling endaði í ruskspannuni. Harra Guð fyri ein betongkommunisma, felagið hjá okkum fiskimonnum er enda sum ein pamparakamin, har menn eru farnir at trívast í varmanum, bara fyri egnan vinning.
Tíverri má eg eisini staðfesta, at áhugin hjá sitandi formanni ikki er serliga stórur fyri at betra um støðuna. Í skrivandi stund – mánamorgun á ársins seinasta degi - er tað ikki so frægt, at formansfrágreiðingin er komin út á heimasíðuna hjá FF at liggja. Um tað er vantandi vitan, dólskni ella bara rein líkasæla, ella kanska onkur heilt annað, ið er orskøkin, er ikki til at vita. At formaðurin ikki vísir limunum í FF - bæði og burturi og heima – so frægt av virðing, at menn fáa møguleika at lesa ársfrágreiðingina á heimasíðuni hja FF, tað hoyrir bara ongastaðnis heima. So frægt var tað hóast alt á døgum Erlends og Óla, samdur ella ósamdur, at limirnir vórðu væl og virðiliga kunnaðir um tað, sum felagið tókst við, og tá vóru limirnir í túsundatali.
Tað einasta eg síggi, av nýggheitum á heimasíðuni, eru nakar greinar, ið allar – ongin undantikin – hava eina negativa løðing. Alt og øll verða løgd undir óreglusemi og illgitingar og restin eru fanar og bandittar. Reiðarar, tryggingarfeløg, inntøkutrygdin, fiskivinnuumsitingin o.s.v. Alt samstarvsumhvørvið, ið FF eigur at samskifta við í gerandisdegnum, verður lagt undir illgitan – mistonkiliggering - uttan so frætt, at eitt tað einasta prógv verður lagt til grund fyri øllum uppáhaldunum hjá formanninum, ivaleyst tikin úr leysum lofti, alt sum tað er. Undir øllum umstøðum veksur hetta ikki um respektina fyri felag okkara, sum einaferð varð hildið at vera sterkasti skansin í Føroyum.
Tað kann gott vera, at reiðarar og almennir stovnar eru tungir at dansa við. Men álvaratos Jan. Alt sum tú hevur sett fingurin á, hevur givið negativ úrslit. Í formansfrágreiðingini stendur, at FF mátti í rættin fyri at fáa staðfest, at FF yvirhøvur var til? Hvat er hetta fyri slutur og møsn, sum Jan Højgaard varpar út til føroyskar fiskimenn? Felagið hevur verið til í 100 ár uttan Jan Højgaard, og ikki hevur verið neyðugt at spyrja donsku rættarskipanina í landinum - Føroya Rætt - um rætt og loyvi at vera til sum felag. FF hevur ført sak aftan á sak fyri at prógva óreglusemi og sáttmálabrot. Hetta vísir bert hvussu ússaligt og veikt felagið er blivið, hvussu lítið mótparturin virðir Fiskimannafelagið undir leiðsluni hjá sitandi formanni. Tignin er fokin. Sáttmálavunnin rættindi skulu drassast í rættin av Jan Højgaard fyri at prógva, at rætt er sætt. Hevði formaðurin heldur, bara onkuntíð, megnað at knallað nevan í borðið, og boðað frá, at nú er nokk, var nógv spart í rokningum frá samfelagsins sjakalum. Mappudreingunum í Havn – advokatunum, sum nú liva feitt av tí út av lagi vánaligu leiðslu, sum felag okkara hevur verið undir hesi seinastu 6 árini.. Sjálvandi skrivar Jan Højgaard ikki um sakir, ið eru taptar – helst tí tær hava kostað fiskimanninum ov nógv. Jú víst, sakførarastættin hevur havt feitar dagar, hesi árini Jannurin hevur sitið sum formaður, og skal hetta steðga, - ongantíð ov skjótt. Sjálvandi skal FF fara í rættin, tá tað er neyðugt, men at fáa rættarúrskurð fyri at prógva, at FF er til, tað sigur meira um formannin, enn tað sigur um dómin.
Í formansfrágreiðingini eru ongar visjónir um framtíðina. Sáttmálasamráðingar standa fyri framman, og einki Reiðarafelag er til. Samráðingarnar blivu nevndar á fundinum, men størsti trupulleikin tyktist vera, um nú nevndin hevði stundir til at vera heima til samráðingarnar, og um hvør ið skuldi gjalda nevndini løn fyri mista inntøku hesa tíðina? Aftur ein greið ábending um, at pamparaveldið er skjótt vaksandi. Stríðið er opererað úr okkara gamla stríðsfelag. Eingin ofrar seg fyri sakina, alt snýr seg bara um at lofta sær sjálvum.
Ikki eitt orð varð nevnt um, at kostnaðarstøðið hjá fiskimanninum skal niður. Fiskimaðurin hevur í prinsippinum dupult húsarhald t.d. Ongar ítøkiligar ætlanir eru um at fáa oljugjaldið hjá fiskimanninum burtur. Tað bleiv upplýst á fundinum, at menn hava goldið 65.000 krónur í ár, av sínari egnu hýru, fyri at fylla olju í tangarnar hjá teimum, sum eiga skipini. Hetta er reinur ørskapur. Hetta er álvarsligt fyri okkara fiskimenn. Men tá nevndin ikki eingang vil seta tíð av, at vera heima, til so týðandi samráðingar, sum nú liggja fyri framman, verður einki oljugjald strika – lít á míni orð. Hevur nevndin í FF ikki møguleika at vera til staðar, tá samráðingar eru við reiðarar, eigur bygnaðurin í FF umgangandi at verða eftirhugdur niður í minstu smálutir. Og eitt kunnu vit so staðfesta. Samsýningin til nevnd og søknir er so ikki trupulleikin. Kanska FF ætlar at føra alternativar samráðingar við reiðarar í rættinum, nú FF er blivið so duss við sakførarastættina.
Tað er eingin loyna, og tað vita allir fiskimen, at FF er viknað ómetaliga nógv í kongunum hesa tíðina Jan Højgaard hevur sitið sum formaður. Inntøkutrygdin er løgd út til vinnuna. Oljugjald er lagt á fiskimannin. Línugjald er lagt á fiskimannin. Avgjøld frá tí almenna eru løgd á fiskimannin. Útlendsk manning, ið ikki hevur sáttmála við FF, manna fleiri føroysk fiskiskip. Sáttmálar verða undirgrivnir. Eg kundi sjálvandi hildið áfram, men læt meg á hesum sinni steðga her.
Tí vil eg siga við fiskimenn. Komi eg í formannsessin skal nógv broytast. Oljugjaldið skal vekk. Línugjaldið skal vekk. Loysn má og skal finnast á eftirlønini. Pensiónsaldurin hjá fiskimonnum skal lækka. Bíligari arbeiðsklæðir til fiskimenn. Tryggingin við Alka skal betrast, so hon eisini umfatar hjúnafelagan. Samráðingar við reiðarar undir einum hatti. Lættari og býligari skal tað gerast hjá ungum at sleppa at royna sjólívið. Útreiðslurnar í Føroya Fiskimannafelag skulu eftirkannast. Felagið koyrir við halli, og verður ikki okkurt gjørt, uttan bara at hækka limagjaldið, verður ein galin endi hjá FF.
Eg fari at enda við at ynskja øllum føroyingum, burturi og heima, eitt gleðiligt nýggjar, og eina bjarta framtíð í komandi ári í vónini um, at vaktarskifti verður á Bryggjubakka soleiðis, at føroyskir fiskimenn aftur kunnu verða stoltir av sínum fyrr so stolta og sterka skansa.
Gott val.