Olja
Rúnar Reistrup
Ekspansión. Soleiðis ljóðar framtíðarætlanin hjá Atlantic Supply Base í stuttum.
Við oljufundinum hjá Amerada Hess broyttist støðan hjá útgerðarhavnini í Runavík munandi, og komandi tíðina verður orkan brúkt til at umstilla virksemið soleiðis, at Atlantic Supply Base kann tryggja sær at gerast útgerðarstøð undir einari møguligari oljuframleiðslu á føroyskum øki.
Tað at vera kosin útgerðarstøð hjá oljufeløgunum í fyrsta leitingarskeiðnum er nevniliga eingin gullmina í sær sjálvum. Størsti vinningurin, ið fæst burturúr hesum er tí ikki peningaligur í fyrstu atløgu.
Tað sum Atlantic Supply Base kann, og vónar, at fáa burturúr, er ein fyrimun fram um kappingarneytarnar, tá oljufeløg í framtíðini skulu velja sær eina útgerðarhavn at brúka undir einari møguligari oljuframleiðslu.
Nú eftir at Amerada Hess hevur funnið olju er einki at taka seg aftur í, at møguleikin fyri, at farið verður undir oljuframleiðslu á føroyskum øki, er blivin væl størri, og tískil er tíðin nú komin hjá Atlantic Supply Base at ekspandera fyri ikki at lata vunna fyrimunin gleppa av hondum.
Størri ílegging í væntu
Stjórin fyri Atlantic Supply Base, Lassi Borðoy, sigur tað ikki vera ósannlíkt at meira peningur verður settur í fyritøkuna, nú vissa er fingin fyri, at tað finst olja í føroysku undirgrundini. Tí hóast tað enn ikki er vist at tann funni oljubrunnurin kann bera eina lønandi framleiðslu, so hevur hann undir øllum umstøðum nógv at týða fyri framtíðarvirksemið hjá Atlantic Supply Base.
Eg vænti mær, at nógv fremmand útlendsk oljufeløg fara at koma til Føroya, nú tað hevur víst seg at her er nakað at koma eftir, og vit ætla tá at kunna bjóða okkara vitan fram og harvið hjálpa teimum at etablera seg her á landi, sigur Lassi Borðoy og leggur soleiðis upp til, at Atlantic Supply Base væl hugsandi fer at flyta seg inn á onnur vinnuøki, sum til dømis vitanarveitan fyri nýggj oljufeløg.
Kunnu fara útum Runavíkina
Høvuðsaktiviteturin Atlantic Supply Base verður tó framhaldandi at vera logistikveitari til oljufeløgini, sum sjálv hava útvalt sær útgerðarstøðina.
Sera hørð kapping var sum kunnugt um, hvar í landinum oljuútgerðarhavnin skuldi liggja. Kappingin gjørdist mest av øllum eitt stríð millum landspartar, og tá tað í februar mánað í ár varð avgjørt, at Atlantic Supply Base, sum er felagsogn hjá 19 fyritøkum í Eysturoynni, skuldi brúkast sum útgerðarstøð, var tað ein sigur fyri Runavíkina og Eysturoynna sum heild.
Men kemur gongd á rættiliga oljuframleiðslu, kann Runavíkin skjótt gerast alt ov lítil, og tí kann hugsast at aðrir partar av landinum fara at njóta væl av virkseminum hjá Atlantic Supply Base.
? Vit hava longu hugt at støðum uttan fyri Runavík, og nú fara vit at hyggja enn meir, sigur stjórin fyri Atlantic Supply Base, Lassi Borðoy.
Sum vera man heldur stjórin sjálvur, at Runavíkin var tað rætta valið, og hetta sigur hann seg eisini hava merkt vera generella uppfatanin hjá teimum leitandi oljufeløgunum og eisini hjá teimum, ið hava silgt ímillum pallarnarnar og Runavíkina, tó at útlendska manningin á skipunum hevur hildið náttarlívið í Runavík vera nakað deydligt.
Náttarlívið, ella mangulin uppá sama, fer tó neyvan at hava ávirkan á virksemið.
? Man kann ikki leggja eina útgerðarhavn eftir hvar diskotekini liggja, og so langt er tað nú heldur ikki at koyra til Havnar, sigur Lassi Borðoy, sum ikki sær hetta sum nakran trupulleika fyri hvørki Atlantic Supply Base ella Runavíkina.