Hergeir Nielsen
Kyoto – frumskjalið er viðgjørt á tingi fyri aðru ferð eftir einum hálvum ári, og tað er sanniliga hugstoytt at síggja, hvussu spakuliga landsstýrið skundar sær – eisini í hesum máli.
Øll vita vit, at hitin á klótini er avgerandi fyri veðurlagið, og at vakstrarhúsárinið er ein fortreytin fyri lívi á jørðini.
Uttan vakstrarhúsárin var jørðin eini 30 stig kaldari, enn hon er í dag.
Vakstrarhúsárinið er eitt náttúrligt fyribrigdi, har lofthavið tekur sólarhitan til sín og forðar honum í at hvørva útaftur í rúmdina.
Øktar mannaelvdar gassnøgdir elva til, at øktur hiti ikki sleppur út úr lofthavinum, og jørðin hitnar tí meira og meira.
Vakstrarhúsgassini loyva sólini inn á jørðina, men forða hitanum at sleppa útaftur.
Størri nøgdirnar av gassi í lofthavinum eru, hægri verður hitin.
Vatndampur, koltvíilta, methan- og láturgass eru týðandi vakstrarhúselvandi evni.
Vatndampurin er náttúrligur, 2/3 av koltvísúrevninum, og 1/5 av methangassinum eru elvd av mannaættini.
Veldugar nøgdir av methan loysna, jú meiri jørðin hitnar eitt nú úr permafrostinum í tundraini, ið bindir ovurstórar nøgdir av methan.
Veðurlagsbroytingar hava altíð verið upp gjøgnum tíðirnar.
Tá dinosaurarnir gingu her fyri 65 mió. árum síðan, var nógv heitari, størri vakstrarhúsárin, og ikki eitt ísfjall sást við pólarnar.
Men veðurlagið broyttist, jørðin kólnaði næstu mió. árini, og dinosaurarnir doyðu so við og við.
Dagsins broytingar eru hinvegni sera stórar og skjótar, og spátt verður, at 2 av 3 ísbjørnum hvørva næstu 50 árini.
Veðurlagið hevur altíð verið skiftandi, og vit hava havt ístíðir og millumístíðir.
Gransking úr 20. øld sigur okkum, at vit hava fingið meiri hita, meiri regn, longri skerping, vaksandi turrlendi, ovurhita, havísurin er ein ½ tynri, og vatnstøðan kring knøttin er økt munandi.
Leik og lærd eru samd um, at ein partur av vakstrarhúsárininum er mannaelvdur, og at tað ger ein mun, um vit taka annað skinn um bak.
Tjakast kann um, hvussu stórur partur av broytingunum er náttúrligur, hvussu nógv menniskjan dálkar, hvussu stórar broytingarnar gerast, og hvørjar avleiðingarnar verða.
Dagsins spurningar eru stórir og týðandi.
Skulu vit sláa okkum til táls við ovurstóru, sterku og vaksandi ódnirnar, hitabylgjurnar, regnið, skerpingin, yvirsvimjilsini, skógareldarnar, ísbræðingina og afturgongdina í lívfrøðiliga margfeldinum?
- ella skulu vit taka eitt tak saman við øðrum og gera okkara til, at jørðin aftur gerst tað Paradís, hon einafer var?
- ella í hvussu so er taka eitt tak fyri at mótvirka afturgongdini í lívfrøðiliga margfeldinum,
- og um ikki annað so eitt tak fyri at tálma tí alsamt álvarsliga vakstrarhúsárininum, sum er í ferð við at oyða okkum knøttin.
Vilja vit seta líkasæluni og hørgavenda afturhaldinum á umhvørvisøkinum nevan fyri næsarnar, so taka vit lógvatak saman við øðrum og boða frá,
- at eisini vit gerast partur av Kyoto frumskjalinum,
- at eisini vit vilja forða fleiri skaðilgum evnum enn neyðug eru,
- at eisini vit eftir førimuni vilja tálma útlátinum av hesum skaðiligu evnum,
- og at eisini okkara land boðar frá, at Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið beinanvegin tekur øll neyðug stig til at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar.