Vaksinan, sum bjargar kvinnulívum

Í hesum døgum er nógv frammi um eina vaksinatión, sum eftir ætlan skuldi innførast í Føroyum, men sum orsakað av manglandi pengum ikki slapp á fíggjarætlanina

Hallið á fíggjarætlanini fyri 2009 nærkast 600 mió. Hetta er sera nógvur peningur, og vit skilja øll, at onkustaðni má táttast í. Spurningurin er so hvar? Hesa avgerð vilja vit lata til tey fólkavaldu. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vil tó staðiliga mæla til, at vaksinan, sum verjir ímóta krabbameini í lívmóðurhálsinum, verður raðfest á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2009.

 

Vaksinan verjir ikki bert ímóti lívmóðurhálskrabba

Vaksinan verjir ímóti einum virusi, HPV-virus, sum elvir til 70% av tilburðunum av lívmóðurhálskrabba. HPV virusið verður yvirført kynsliga. Vaksinan verjir eisini móti kynsvortum og ávísum øðrum sjáldsomum sløgum av krabbameini í kynsgøgnunum.

 

Vaksinan er sett í verk í Danmark

Í Danmark hevur hendan vaksinan verið eitt ókeypis tilboð frá 1. okt. 2008. Í fyrstu syftu eru tað gentur, sum eru føddar í 1993, 1994 og 1995, ið verða vaksineraðar ókeypis. Frá 1. jan. 2009 umfatar tilboðið eisini gentur føddar í 1996. Mælt verður til, at føroyskar gentur sjálvandi fáa sama tilboð, sum tær donsku.

Tað ljóðar, at meiriluti er í løgtinginum fyri at seta vaksinatiónina í verk, og er tað okkara vón, hóast talan er um eitt andstøðuuppskot, at tingfólk standa saman og atkvøða fyri hesu lívbjargandi vaksinu.

Tilber at lesa meiri um HPV-virusið og vaksinuna á heimasíðuni hjá Sundhedstyrelsen www.stophpv.dk

 

Vár í Gong, forkvinna

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar