Vaksandi útlendskur áhugi fyri føroyskum bókmentum

Hjá Farlit, sum marknaðarførir føroyskar bøkur í útheiminum, merkja tey ein vaksandi áhuga fyri føroyskum bókmentum

Í nøkur ár hava føroyskar bókmentir verið umboðaðar á stórum bókamessum í Frankfurt og Bolognia.

 

Jóhanna H. Wolles greiðir frá, at økti áhugin fyri Føroyum sum ferðavinnumál seinastu árini ger sítt til at varpa ljós á føroyska list. Men høvuðsorsøkin er, at tað sum verður útgivið hevur dygd.

 

Lesarar úr smærri londum vísa áhuga fyri føroyskum bókmentum, tí teir kunnu spegla sær í lívinum í lítlum samfeløgum.

 

Tað er sjálsamt, at føroyskar bøkur verða týddar til enskt, tí fegnast tey hjá Farlit um, at skaldsøgan Hinumegin er mars hjá Sólrun Michelsen í næstum kemur út á enskum máli.