Vaksandi tørvur á jólahjálp

Barnabati hevur fingið 270 umsóknir um jólahjálp í ár

Tá freistin at søkja jólahjálp frá Barnabara var úti 6. desember hevði felagsskapurin fingið 270 umsóknir um hjálp frá familjum. Tað upplýsti Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, fyri útvarpstíðindunum hjá Kringvarpinum klokkan 18 í kvøld.


Talan er um 15 umsóknir fleiri enn í fjør og tørvurin á jólahjálp var so mikið stórur í ár, at peningur ikki var til at játta allar umsóknirnar.


- Tað eru umleið 12 prosent av teimum, sum søktu, ið fingu ikki eitt játtandi svar. Men tó skal man líka viðmerkja, at fíggjarstøðan hjá teimum familjunum heldur ikki var sera góð, segði aðalskrivarin við Kringvarpið, ið upplýsti, at um felagsskapurin hevði meiri pening um hendi, so høvdu fleiri fingið hjálp.


Spurdur um støðan hjá barnafamiljum er verri nú enn hon hevur verið, svaraði aðalskrivarin, at tað í hvørt fall eru fleiri børn, ið hava tørv á hjálp í ár enn í fjør.


- Í øllum førum kunnu vit staðfesta, at tað er talan um fleiri børn. Sum sagt so vóru tað 455 børn í fjør, ið fingu jólahjálp, og í ár eru tað so 10 prosent fleiri og 15 fleiri umsóknir, segði aðalskrivarin.