Árliga hemarakappingin, sum Føroyskir Havfiskarar skipa fyri, er nakað broytt í mun til undanfarin ár.
Vit hava skorið tíðarskeiðið niður frá fýra mánaðum til ein mánað. Tað ger kappingina nógv meira intensa og royndir hava víst, at november er ein góður mánaði til hemarafisking, sigur Heini Weihe, nevndarlimur í Føroyskir Havfiskarar.
Vinnarin í fjør, Johan Simonsen, fekk ein hemara, sum vigaði heili 223 kilo, og tað er bert seks kilo frá heimsmetinum á 229 kilo.
Bestu hemaraplássini eru á streymasjógvi, har seiðatorvur standa. Út fyri Velbastað, á Halinum í Hesti og við Trøllhøvda eru góð hemarapláss, og tað eru eisini góð kalvapláss. Vit royna mest fram við landi, einar 50-200 metrar úr landi, sigur Heini Weihe.
Hini árini hava einir 20-30 mans tikið lut í kappingini, men veiðan hevur kortini ligið millum fýra og tíggju hemarar um árið.
Branda Føroyar
Júst hetta, at fiska hemara við tráðu, er nakað, ið kann selja Føroyar uttanlands.
Tað er næstan onga aðra staðni í heiminum, at tað ber til at fiska háv av hesari støddini, og tí skuldi borið væl til at selt Føroyar til havfiskarar uttanlands, sigur Heini Weihe.
Og júst í hesum sambandi er longu gjørt av, at ein bólkur av sonevndum VIP-hávafiskarum úr Danmark koma rtil Føroya næsta ár við tveimum bátum at fiska hemara í Vestmannasundi í fýra vikur.
Vit ætla av savna so nógvar bátar sum gjørligt tað tíðarskeiðið og fara at fiska saman við dønunum, sigur Heini Weihe.
Hann heldur, at hetta verður gott høvi at branda Føroyar sum eitt paradís hjá hávafiskarum.
Góðir vinningar
Tað er sjálvandi eingin kapping uttan vinningar, og soleiðis er eisini við hemarakappingini.
Fyrsti vinningur er ein Shimano Tiagra 50 trolling tráða og eitt Shimano Tiagra 30 spæl. Saman við hesum verður eisini latið 500 metrar av flættaðari línu og ein flótidrakt. Samlað virði er 10.000 krónur, og tað er P/F Jógvan Weihe, ið er gevari.
Til annað pláss verður latið ein Lorenz compact X7 – 7” GPS/litkortplottari frá Bátatænastuni til eitt virði av 7.200 krónum.
Triðjaplássið fær 5.000 krónur kontant frá Tryggingarfelagnum Føroyar.
Tilmelding og treytir annars eru á www.fiska.dk.
Heini Weihe sigur, at eydnast ongum at fáa ein hemara í kappingar tíðarskeiðinum, verður farið til »suddent death«, og tað vil siga, at tann, ið fyrst fær ein hemara, fær allar tríggjar vinningarnar.
Tilmelding fer fram á magniblastein@kallnet.fo. Kostnaðurin er 500 krónur og skal gjaldast á konto 9181-154.793.5










