»Vakrastu ævintýr Hans Christian Andersens«

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út myndabókina

»Vakrastu ævintýr Hans Christian Andersens« er stór skreytbók í føgrum litum við 8 av kendastu ævintýrum H. C. Andersens: Svínadrongurin, Prinsessan á ertrini, Snjódrotningin, Nýggju klæði keisarans, Hin stinni tinsoldáturin, Gentan við svávulpinnunum, Hin lítla havfrúgvin og Granntræið.

Hesi ævintýr hava í meira enn hálvaaðru øld hugtikið bæði børn og vaksin, og enn á okkara døgum eru tey høgt í metum. H. C. Andersen dugdi sum fáur við sínum sveimandi og sjáldsama hugflogi at festa tankar sínar á blað, soleiðis at lesarin stundum kendi seg drignan úr trupla gerandisdegnum inn í eina loyndarfulla verð. Ævintýr hansara siga frá kenslum og longsli menniskjans, og djórini letur hann fáa somu eginleikar bæði í góðum og ringum. Hann skrivar um kærleika og líðing, gleði og sorg.

Arnica Esterl hevur savnað og partvís stytt nøkur av hesum ævintýrum. Russiska listakvinnan, Anastassija Archipowa, hevur við sínum framúr góðu gávum megnað at givið bókini sín serstaka dám. Myndir og tekstur fylgjast so væl í samljóði hvørt við annað, at alt rennur sama í eina eind. Heri Jacobsen hevur týtt bókina.

Vakrastu ævintýr Hans Christian Andersens er 192 bls., innbundin í stíva permu við løriftsryggi og lesibandi. Bókin kostar kr. 225 í bókabúðunum. Hestprent stóð fyri prenttilgerðini.