Leygarkvøldið skal vakrasta sprund í Suðuroynni kjósast. Leygarkvøldið skal vakrasta sprund í Suðuroynni kjósast.
Leygarkvøldið verður skipað fyri Miss Suðuroy kapping í TB-húsinum. Fyrireikararnir heita á tey, ið ætla sær at luttaka, um at boða frá luttøku á tlf. 269836 í seinasta lagi 2. desembur.
Tað verða 4 dómarar og dansifólkið, sum gera av, hvør gerst Miss Suðuroy 2009.
Leygarkvøldið verður tað DJ Ice, sum stendur fyri tónleikinum.









