Hátrýstið, sum hevur ligið í ein landnyrðing úr Føroyum, verður liggjandi og gevur okkum framvegis støðugt og stilt veður.
Í dag verður gul til stívt andøvsgul av eysti og landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Turt og sólin sær og hitin millum 10 og 15 stig. Um náttina fyri tað mesta klárt og hitin millum 5 og 8 stig.
Sunnudagin verður lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s. Turt og sólin sær, um náttina lutvíst klárt veður. Hitin um dagin millum 10 og 15 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.
Mánadagin verður lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 m/s. Turt og sólglottar, men í løtum skýggjað. Hitin um dagin millum 8 og 13 stig, um náttina niður í 8 stig.
Týsdagin verður lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s. Turt og onkrir sólglottar og hitin millum 8 og 13 stig. Um náttina skýggjað og hitin niður í 8 stig.
Mikudagin verður lot ella gul av landsynningi, 2 til 7 m/s. Turt og fyri tað mesta skýggjað. Hitin alt døgnið um 10 stig.
Hósdagin verður lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 m/s. Turt og møguliga sólglottar. Hitin alt døgnið millum 8 og 13 stig.