Seinastu tíðina hava nøkur innbrot verið í Havn, og nú er líkt til, at løgreglan hevur fingið góðar slóðir at ganga eftir í nøkrum av innbrotunum, sum higartil ikki hava verið uppklárað.
Tvær ferðir hevur verið brotið inn í Mikkeller, og her hevur løgreglan sagt, at málini ikki hava verið uppklárað. Onkur innbot og tjóvarí hava eisini verið umborð í skipum.
- Men, nú er líkt til, at nýggj innbrot eisini loysa upp fyri øðrum innbrotum, sum higartil ikki hava verið uppklárað, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.
Í gjár fekk løgreglan nevniliga eina nýggja fráboðan um innbrot, sum hevur verið í einum handli í Havn um dagarnar, og her var tað so heppið, at vakmyndatól kundu hjálpa løgregluni at loysa málið.
- Vit fóru út at leita eftir teimum, sum høvdu framt innbrotið og tjóvaríið, og hetta gav úrslit.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tey, sum høvdu brotið inn og stolið pengar, viðgingu brotsverkini, og tey viðgingu eisini at hava brotið inn í Mikkeller tvær ferðir og at hava brotið inn í tvey skip.
- Vit hava soleiðis fatur í rætta endanum í eini fimm slíkum málum beint í løtuni, og tá vit eru liðug at kanna hesi mál, fara vit at tosa við ákæruvaldið um, hvat víðari skal henda.
Løgreglan leggur aftrat, at talan er um fleiri fólk, sum kunnu vænta sær at verða skuldsett fyri innbrot og tjóvarí í Havn.











