Um sjeytíðina gjáramorgunin varð boðað frá innbrotið í goymsluni hjá Føroya Bjór í Leirvík. Onkur hevði verið inni og stolið eina rammu av øli.
– Men av tí at vakmyndatól vóru á staðnum, so hevði tað lítið upp á seg hjá løgregluni at finna fram til innbrotstjóvin sum varð handtikin og skuldsettur fyri innbrotið og stuldurin, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn í morgun.
Fyrrpartin í gjár var eisini boðað frá, at ein rútur var brotin hjá Effo í Leirvík. Tað málið verður kannað víðari, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn í morgun.