Vágur var mest sum í undantaksstøðu

- Seinastu dagarnar hava vit øll meir og minni verið í eini undantaksstøðu, sigur borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen.

 

- Seinastu tíðina er nógvur kavi komin niður, og hetta hevur givið vágbingum og Vágs kommunu nógvar og stórar avbjóðingar.

 

Tað sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri. 

 

Hann vísir á, at tað er ikki ofta, at so nógvur kavi kemur niður, og fólk um hansara leiðir vita ikki um so nógvan kava at siga í eini 25 ár.

 

- Hetta hevur lært okkum, at náttúran ger tað, hon vil, og vit mugu síðan taka avgerðir - skjótar avgerðir. Summar væl hugsaðar, og aðrar kanska tiknar við teimum fyriteytum, sum orka og umstøður hava loyvt. 

 

Borgarstjórin sigur, at bæði starvsfólk og umsiting hjá kommununi hava roynt sítt besta hesar dagarnar við kavanum.

 

- Grannar og grannaløg hava gjørt sítt. Familjur og arbeispláss hava víst samfelagsinni og vinarligheit, tí seinastu dagarnar hava vit øll - meir og minni - verið í eini undantaksstøðu.

 

Bjarni Johansen vísir á, at næstu dagarnar verða einki undantak, og kommunan fer at gera sítt besta við teirri arbeiðsorku, sum er á staðnum.

 

- Tað allar besta er, at tit venda tykkum til kommununa, um tað er eitthvørt. Tí, tað er har, boðini best kunnu viðgerast, og tað er har, loysninar mugu finnast.

 

Borgarstjórin ynskir at takka øllum fyri innsatsin hesar dagarnar - starvsfólkum, bygdafólki og fyritøkum, sum hava hjálpt til hesar dagarnar.

 

- Eisini fari eg at takka Landsverki, at teir kundu koma at hjálpa okkum at rudda kava eftir høvðusvegnum, tí teir hava havt úr at gera við at halda vegirnar millum bygdirnar opnar, sigur Bjarni Johansen.

 

##med2##