Vágur ruddar leygardagin

Leygardagin 3. mai 2014 verður ruddingardagur í Vági, samstundis sum Vágur bjóðar summarinum vælkomnum.

Leygardagin 3. mai 2014 verður ruddingardagur í Vági, samstundis sum Vágur bjóðar summarinum vælkomnum.
 
Dagurin byrjar við morgunmati í Gamla Posthúsi, sum í summar letur upp sum bókasavn og kunningarstova. Hetta verður sostatt eitt gott høvið hjá vágbingum at síggja hvussu húsið kemur at síggja út, tá tað letur upp í summar.
 
Morgunmaturin er frá kl. 8.30 til kl.9.00.
 
So verður farið at rudda. Í Gamla Posthúsi eru ruskposar og handskar, sum fólk kunnu taka við sær, tá farið verður at rudda.
 
Ruddingin verður skipað kring allan býin og lagt er upp til, at fólk í ymisku býlingunum rudda í egnum nærumhvørvi.
 
Ruddingardagin fara okur at taka upp tað, sum liggur og rekst runt í kommununi. Hetta merkir eisini, at ruddingardagurin ikki er ætlaður sum eitt høvið hjá fólki at tøma kjallarar og hjallar og annað.
 
Ruddað verður fram til middags – og tá verður bjóðað suppa í Gamla Posthúsi.
 
Bjóða summarinum vælkomnum
Seinna partin leygardagin lata handlar og søvn dyrnar upp og hava opið út á seinnapartin. Í Vágs Svimjihøll bjóðar Vágs kommuna ókeypis svimjing. Á Eiðinum er 1. deildarfótbóltur á skránni.

Skrá við tíðum og tiltøkum verður løgd út á heimasíðuna hjá Vágs kommunu, www.vagur.fo <http://www.vagur.fo> , fyrrapartin tórsdagin.
 
- Á hendan hátt fara okur at bjóða summarinum vælkomnum, sigur Vágs býráð.