Vinnumenningarbólkurin hjá Vágs kommunu er nú farin undir at fyrireika virksemið, sum skal verða í 2014.
Á fundi í farnu viku viðgjørdi vinnumenningarbólkurin ætlaninar fyri fyrra hálvár 2014.
- Á fundinum varð eisini gjørt av at skipa fyri einum vinnufundi í seinnu helvt av januar 2014.
Á heimasíðuni hjá Vágs kommunu verður sagt, at endamálið við vinnufundinum eitt nú verður saman við vinnuni at seta gongd á, soleiðis at vinna og býur kunnu ganga framtíðar avbjóðingum í møti.
Í vinnumenningarbólkinum hjá Vágs kommunu sita Dennis Holm, Poul Augustinssen, Olgar Mortensen, Tórður Poulsen og Anna Brattaberg Samuelsen.









