Vágs Býráð broytir byggisamtyktina

Vágs Býráð samtykti á býráðsfundi mánadagin 23. sept. 2013 einmælt at broyta byggisamtyktina fyri Vágs kommunu

Vágs Býráð samtykti á býráðsfundi mánadagin 23. sept. 2013 einmælt at broyta byggisamtyktina fyri Vágs kommunu.

Broytingarnar fevna í høvuðsheitum um broyting í byggisamtyktini fyri havnarlagið á norðaru og sunnaru síðu, og broyting í byggisamtyktini fyri tvey økir í kommununi. Harumframt verður eisini gjørd ein tillaging í tekstinum í byggisamtyktini fyri Vágs kommunu.

Broytingarnar í byggisamtyktini fyri havnarlagið fevna á norðaru síðu um eina víðkan av havnarlagnum eystanfyri og vestanfyri djúphavnina. Á sunnaru síðu verður lagt upp fyri at havnarlag kann gerast bæði vestanfyri og eystanfyri grótkastið.

Poul Augustinussen, formaður í Havnanevndini hjá Vágs kommunu sigur, at broytingarnar verða gjørdar, soleiðis at Vágs Havn er fyrireikað uppá framtíðar møguleikar. Á norðaru havnini hevur verið økt virksemi í ár og verður tað eisini í komandi tíðum. Okkara uppgáva er at verða uppá forkant við menningina, soleiðis at Vágs Havn kann bjóða so góða tænastu sum til ber til fyritøkur, sum virka á og við Vágs Havn.

- Á sunnaru síðu verður byggisamtyktin broytt, soleiðis at havnaútbyggingar kunnu gerast í tráð við møguleikarnir sum eru fyri øktum virksemi í sambandi við tænastur til oljuvinnuna, sigur Poul Augustinussen.

Á býráðsfundinum varð eisini samtykt at broyta byggisamtyktina, soleiðis at eitt økið vestanfyri Sandin, framvið Laksá, verður fevnt av serstakari byggisamtykt til smáttur, umframt at økið heimanfyri Vágs Høll verður broytt til ítróttar- og frítíðarøkið.

Tórður Poulsen, formaður í Teknisku nevnd hjá Vágs kommunu, sigur, at broytingarnar eru gjørdar fyri at kunna gjøgnumføra ítøkiligu ætlanirnar um at menna ferðavinnuna í Vágs kommunu, har arbeitt verður við at gera hyttu-býling framvið Laksá og kampingøkið heimanfyri Vágs Høll.