Í greinini hjá Viljormi Tórsheim í blaðnum í gjár um Føroya Ríðingarfelag 60 ár, var ein lítil villa í myndatekstinum til myndina á Vaglinum í 1941. Maðurin við flaggstongini er Vilhelm Tórsheim, drongurin nærmast við hann er Andreas Arge Gregoriussen (Diaba hjá Liffu), við hansara lið er tað Tryggvi Sondum. Maðurin við yvirfrakka og stórum hatti er Hans andreas Djurhuus, og millum Hans Andreas og Trygva sæst maður við keppi, eisini kallaður kolli á høvdinum, tað er Poul Petersen, fyrrverandi løgtingsmaðurin úr Funningi.










