Vágbingur er nú ovasti fyri Arktisk Kommando í Føroyum

Bárður F. Sandá er nú ovasti fyri Arktisk Kommando, og er hetta fyrstu ferð, at leiðarin er føroyingur.

Hátíðarløta var í dag hjá Arktisk Kommando í Havn.

 

Høvið var, at nýggjur ovasti er settur.

 

Bárður Fríði Sandá, ið er 48 ár, og ættaður úr Vági, er settur ovasti í Artisk Kommando í Føroyum.

 

Bárður F. Sandá hevur búð í Danmark í 27 ár,  og hevur havt sína yrkisleið innan donsku verjuna.

 

Færøernes Kommando varð niðurløgd í 2012, og Arktisk Kommando í Føroyum er komið í staðin.

 

Hetta fyrstu ferð, at leiðarin er føroyingur.

 

##med2##

 

Mynd: Bárður F. Sandá

 

Myndafólk Majken Sandá