Skip sum Mærsk leigar rakt í Hormuzsundinum

Eitt skip, sum stóra danska reiðaríið Mærsk hevur leigað, er rakt av pørtum av einum projektili nærhendis Hormuzsundinum, upplýsir Hapag-Lloyd, sum eigur skipið, fyri DR.

Talan er um bingjuskipið "Source Blessing", sum siglir undir liberiskum flaggi. Tað varð tíðliga í morgun rakt av brotum úr einum "ókendum projektili", meðan tað sigldi norðan fyri Jebel Ali, í Sameindu Arabisku Emiratunum,

Tað upplýsti Nils Haupt, samskiftisstjóri í Hapag-Lloyd, fyri DR.

Talan er um eitt skip, sum Hapag-Lloyd hevur leigað og framleigað til Mærsk. Skipið varð ikki beinleiðis rakt, men varð rakt av brotum frá projektilinum.

Øll manningin umborð eru trygg.

Source Blessing fór gjøgnum Hormuzsundið dagin fyri kríggið brast á 27. februar, har tað lastaði farm í Hamad Havn í Katar. 

Síðani tá hevur skipið siglt millum akkerstøðir út fyri Katar og Sameindu Arabisku Emiratunum og bíðað eftir tryggari leið úr fløskuhálsinum aftur til Omanflógvan.

Tað upplýsir Lloyd’s List, sum er ein altjóða tíðinda- og kunningarsíða um skipaferðslu og heimshandil, skrivar DR.

Tíðindini koma eftir at sjóhandilsvirksemið í Bretlandi (UKMTO) tíðliga í morgun boðaði frá einum eins álopi á eitt farmaskip 35 kilometrar norðan fyri Jebel Ali.

Sambært bretsku tænastuni var eingin skaði, men álopið elvdi til ein lítlan eld umborð á skipinum.

 

##med2##