Vágbingur á pall í heimskendum operahúsi

Hann skal syngja saman við sangarum úr fleiri londum

Mánadagin fer føroyski operasangarin, Rúni Brattaberg, á pall í víðagitna operahúsinum, Chicago Lyric Opera, í Chicago.

 

Har hevur hann ein leiklut í operuni, Bel Canto, sum verður frumframførd hendan dagin. Tað er heimsgitni tónasmiðurin, Jimmy Lopez, úr Peru, sum hevur skrivað tónleikin.

 

Við sínum 3563 sitiplássum, er hetta operahúsið eitt av kendastu operum í USA og í fyrstu framførsluni var tað operadivan, Maria Callas, sum sang í leiklutinum, sum Norma í  operuni vid sama navni.

 

Í operuni, Bel Canto, er Rúni Brattaberg, sovjettiski embætismaðurin, Victor Fyodorof. Operan byggir á kendu skaldsøguna, Bel Canto, hjá amerikanska rithøvundanum, Ann Patchett.

 

Skaldsøgan, sum kom út í 2001, og hendingarnar í henni byggja á Limakreppuna í 1996-1997, tá ið ein uppreistrarbólkur, ella yvirgangsbólkur, herjaði japansku sendistovuna í peruanska høvudsstaðnum, Lima,  og helt leiðarar og politikarar til gíðsla  í fýra mánaðar.

 

- Frásøgan lýsir, hvussu álopsmenn og gíslar megna at liva saman, og hvussu vina- og kærleiksbond kunnu verða knýtt, eisini undir slíkum umstøðum

 

Ein av gíslunum er sovjettiski embætismaðurin, Victor Fyodorov, sum Rúni Brattaberg spælir.

 

Í operuni syngur Rúni Brattaberg saman við sangarum úr USA, Suðurkorea, Ecuador, Sudurafriku og úr Japan. Og í sínum leikluti tekur Rúni Brattaberg, tað djúpa E´ið samfullar 39 ferðir. Operan verður framførd nú í desember, og í januar.