Vágbingar bjóða á ljósfest leygardagin

Tað verður allan dagin, frá fyrrapartinum og langt út á náttina

Myndina tók Ingi Sørensen

Leygardagin verður ljósfest í Vági. Tað er eitt hátíðarhald fyri at vísa á, at Vágur var fyrsta bygd, sum fekk streym, og tað var í 1921, fyri 101 árum síðani, ein summardag í juli mánað. Hetta høvi brúka vágbingar til at skipa fyri einum mentanardegi, sum eftir ætlan skal vera hvørt ár. Fyrireikararnir siga, at leygardagin verður lagt til brots klokkan 11 og hildið verður á til farið er um miðnátt.

 

Í sambandi við tiltakið verður bæði málningaframsýning og barnatiltak og sølutorg, og um kvøldið verður stór konsert.  

 

Tað fyrsta á skránniu klokkan 11, er listaframsýning við list eftir Hans í Líðini, sála. Ein tíma seinri letur sølutorgið upp í tjaldinum. Í hesum sambandi verður føroya fyrsta elverk, tað í Botni, eisini opið fyri almenninginum, har til ber at síggja lutir og skjøl frá 101 ára longu søguni hjá verkinum. Seinri verður barnatiltak á stóra pallinum við BuBu og Blandaðum Dropsum.  Eitt serligt tiltak er, at aftur í ár, fer Vágs býráð at heiðra vágbingum, sum hava gjørt nakað serligt fyri bygdina innan mentan ella á annan hátt.

 

Um kvøldið verður stór ókeypis konsert við Evi Tausen, Tinganest, Høgna Lisberg, Herborg Torkilsdóttir, Steintór Rasmussen, Inga og Danny og Hjarnar.

 

Myndina tók Ingi Sørensen