Klokkan 17 verður fyrsta bríksl í Sørvági. 07 Vestur fær vitjan av AB, sum er illa kroyst í botnstríðnum. Eftir heimasigur ímóti TB sá tað ljósari út hjá argjamonnum, men so taptu teir í 3-1 í Fuglafirði í dysti, har teir ikki kendu seg hava marginalirnar á sínari síðu.
AB er aftast við 13 stigum, og undan 24. umfari eru tað trý stig fram til TB, ið er á áttanda plássi.
Í fýra teimum síðstu umførunum sær skráin hjá AB soleiðis út: 07 Vestur (ú), KÍ (h), B68 (ú) og B36 (h).
Sam Pollard er tøkur aftur eftir leikbann. Ragnar Skála er leikbannaður í dag, og Beinir Ellefsen er skaddur.
Hjá 07 Vestur er dysturin í dag merkisverdur á tann hátt, at hetta er síðsta ferðin í ár, at vágamenn eiga heimavøll.
Skráin hjá 07 Vestur í fýra teimum síðstu umførunum í landskappingini er henda: AB (h), B36 (ú), HB (ú) og TB (ú).
Nú mikukvøldið fer 07 Vestur í Gundadal at spæla seinnu hálvfinaluna ímóti HB í kappingini um løgmanssteypið. Fyrra hálvfinalan endaði 1-1. Tað vil siga, at næstu ferðirnar fer 07 Vestur at spæla tríggjar ferðir í Gundadali, áðrenn tað verður rundað av við landskappingardysti í Trongisvági.
Hjá 07 Vestur eru miðverjin Dánial Pauli Lervig, miðvallarin Magnus Holm Jacobsen og álopsspælarin Uros Stojanov darvaðir av skaðum. Í 3-1 tapinum í Gøtu síðsta sunnudag var Dánial Pauli Lervig á vøllinum inntil í 66. minutti. Uros Stojanov var á beinkinum alla tíðina, og Magnus Holm Jacobsen var ikki á listanum.
Tað er greitt, at 07 Vestur í landskappingini er og verður nummar fimm. Hjá venjaranum Lars Arne Nilsen er spurningurin, hvussu nógv hann manningarliga fer at leggja fyri í dag. Fokus er sjálvandi á heimadystinum ímóti AB, men tað slepst ikki uttanum, at 07 Vestur við sigri í Gundadali ímóti HB hevur møguleika at vinna seg í fyrstu steypafinaluna nakrantíð.
Í sætta umfari vann 07 Vestur 2-1 á Argjum, og í 15. umfari vann AB 2-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur. Tá ið AB í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið hevðil vitjan av 07 Vestur, fóru gestirnir vestur aftur við 2-1 sigri.
07 Vestur – AB: Rúni Gaardbo kl. 17.00.











