Øll vágafólk, uttan mun til politiskan lit, eru samd um, at tíðin er komin til at fara undir aftur tunnilsgerðina, sum steðgaði í 1989.
Politisku feløgini hava saman við kommununum og Vága Vinnufelag tikið stig til eina sakliga viðgerð av málinum.
Henda sakliga viðgerð vísir týðuliga, at rættasta loysnin ikki minst búskaparliga er fast samband við Streymoy gjøgnum undirsjóvartunnilil.
Politisku feløgini í Vágum eru framvegis fullsamd um, at hetta mál skal ikki brúkast flokspolitiskt og fer saman við kommununum, Vága Vinnufelag og øllum øðrum góðum kreftum at standa saman til tess at fáa hesa verkætlan framda Føroya landi at gagni.
Vit krevja av Føroya landsstýri og Føroya løgtingi
?at arbeiðið við tunnils-
gerðini fer ígongd í 1998
?at greið ætlan verður
løgd, so fasta sambandið
um Sundið verður veru-
leiki innan rímiliga tíð.
Vágar, 12. des. 1997
Vága Sambandsfelag
Vága Javnaðarfelag
Sjálvstýrisfelagið
Kristiligi Fólkaflokkurin
Miðflokkurin
Vága Tjóðveldisfelag
Verkamannafylkingin
Vága Fólkafloksfelag