Vága Kommuna samd um Sýnina

Vága kommuna og Almannamálaráðið eru nú samd um eina avtalu um, kommunurnar í Vágum yvirtaka ellis- og røktarheimið á Sýnini í Vágum.

 

Kommunustýrið í Vága kommunu góðkendi avtaluna á kommunustýrisfundi í gjár.

 

Men samtyktin er treytað av, at eisini sjálvsognarstovnurin fyri heimið á Sýnini, Sørvágs kommuna, og Føroya Løgting eisini góðkenna avtaluna.

 

Avralan snýr seg um, hvørjar ábøtur og umvælingar skulu gerast á heiminum á Sýnini, og hvussu tað skal fíggjast, áðrenn heimið verður avhendað til kommunurnar í Vágum.