– Jú, skattgjaldarin rindar ov nógv til Vága Floghavn.
– Og jú, skattgjaldarin merkir tað.
Tað er greiða niðurstøðan hjá Niels Mortensen, formanni í P/F Atlantsflog.
Á info skrivaðu vit í gjár, at ætlanir eru um at Vága Floghavn skal útbyggjast, og í Degi og Viku í gjárkvøldið vísti Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, á, at skattgjaldarin fer ikki at merkja tað, at flogvøllurin skal útbyggjast. Hann vísti eisini á, at brádligi vøksturin í ferðafólkatalinum var komin óvart á Vága Floghavn, men at tað var eitt luksusproblem.
– Tað er ov lætt hjá Vága Floghavn, tá tey ikki vilja lækka ferðaavgjaldið. Vit í Atlantsflog gera alt tað, vit kunnu, fyri at lækka prísin á ferðaseðlum. Men fyri at tað skal rigga enn betur, so er neyðugt, at onnur spæla við eisini – og her er Vága Floghavn ein sera týðandi partur, sigur Niels Mortensen.
Hann vísir á, at tá Altantsflog selur ein flogferðaseðil fyri 699 krónur, so skal Vága Floghavn hava 165 krónur burturav.
Niels Mortensen heldur, at tað er ikki rætti mátin at reka handil uppá. Skal Vága Floghavn útbyggjast, so skal tað gerast tí, at tey trúgva upp á verkætlanina, og at hon kann fíggjast við tí inntøkuvøkstri sum verður av tí vaksani virkseminum, sum verður. Hann heldur ikki, at tað ber til siga, at raksturin í dag skal gjalda fyri eina framtíðar útbygging.
– Øktu inntøkurnar hjá Vága Floghavn eiga at koma fólkinum og skattgjaldaranum til góðar, og tað eigur at verða gjørt við at lækka ferðaavgjaldið so hvørt sum ferðafólkatalið um Vága Floghavn veksur, heldur Niels Mortensen.