Stormurin hesar næstu dagarnar hevur elvt til nógv ólag á samferðsluni og eitt strandfaraskip, sum hevur avlýst og broytt fleiri túrar, er Smyril.
Men Erland Mørkøre, skipari, væntar, at nú eru trupulleikarnar av á hesum sinni. Í dag minkar hann vindin, men í morgin verður aftur eitt sindur keðiligt. Hann væntar kortini ikki, at tað verður so nógvur vindur, at tað er neyðugt við broytingum.
Annars er hann vestan eftir og tað er góð ætt at siga, og skiparin sigur, at tað er heldur ikki tað, sum er trupulleikin. Tað er eingin sum helst trupulleiki at sigla, men tað eru manøveringarnar inni í havnarhylinum á Krambatanga, og í Havn, sum elva til trupulleikar, tí har kann Smyril skjótt verða tikin av vindi, og so kann skaði standast av.
Les eisini: Hetta er orsøkin til at Smyril ikki fær siglt í dag
Men skiparin sigur eisini, at tá ið morgin dagurin er av, fer hann at maka vindin, so sum veðurvánirnar eru nú, verða eingir trupulleikar restina av vikuni.
Les meiri her: Mundi verði tikin av vindi - mátti út aftur á fjørðin