Tað verður ikki verkfall á Mallorka, soleiðis sum líkt hevur verið til.
Partarnir hava funnið semju, og tíski fara 180.000 fólk ikki í verkfall.
Semjan merkir, at hotell og matstovur á oynni ikki vera stongd, soleiðis sum stúrt hevur verið fyri.
Hetta upplýsa fleiri spanskir miðlar í morgun.
- Tað er flott, at partarnir hava funnið semju, soleiðis at einki hotell-og matstovu verkfall bleiv á Mallorka.
Tað sigur samskiftisráðgevin hjá ferðaskrivstovuni TUI við www.tv2.no










