Vænta fleiri landingar í næstu viku

Nøkur partrolarapør koma inn at landa í næstu viku, onkur djúpvatnstrolari, nakrir trolbátar, og øll fýra garnaskipini koma eisini.

Jákup Sverri ger í løtuni heyst yvirlitstrolingar á Føroyabanka, Myndin er frá einum slíkum bankatúri.

Fýra partrolarapør eru til fiskiskap eftir upsa, og tey flestu koma inn at landa í næstu viku. Væntandi fer okkurt parið út um vikuskiftið.

 

Tvey partrolarapør fiska framvegis gulllaks. Í ár er vertíðin longd, tí tað eru bara tvey pør á hesi veiði í vertíðini í ár í mun til, at pørini plagdu at vera trý.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at ein djúpvatnstrolari , sum fiskar ísfisk, er á svartkalvaveiði. Teir koma væntandi inn at landa í næstu viku.

 

- Jákup Sverri ger heyst yvirlitstrolingar á Føroyabanka, og ein frystitrolari er á svartkalvaveiði í Eysturgrønlandi.

 

Tríggir av teimum smáu trolbátunum eru norðanfyri. Teir fáa mest av hýsu, toski og so nakað av flatfiski. Allir koma inn at landa í næstu viku.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. Á svartkalvaveiði hava skipini brúkiligan fiskiskap, men á havtaskuveiði er fiskiskapurin misjavnur.

 

- Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat á Fiskamarknaði Føroya.

 

Jákup Sverri ger í løtuni heyst yvirlitstrolingar á Føroyabanka, Myndin er frá einum slíkum bankatúri.