Vænta Liverpool keypir tveir framherjar

Ensk bløð vænta, at Liverpool styrkir seg í januar

Tað er neyvan óvæntað fyri nakran, at Liverpool FC ynskir at styrkja um álopið fyri at røkka Champions League aftur komandi kappingarár. Farna kappingarár skoraði Liverpool við Luis Suarez á odda næstan trý mál pr. dyst, men nú er snittið fallið niður á eitt sindur meir enn eitt mál pr. dyst. Við einum skaddum Daniel Sturrigde er tað blivið ógvuliga stórur málturkur millum hinar framherjarnar hjá Liverpool. 

 

Sambært enska blaðnum, Daily Mail ætlar høvuðsvenjarin hjá Liverpool, Brendan Rodgers at heina tin Jackson Martinez og Saido Berahino til Anfield frá ávikavist FC Porto og West Bromwich á nýggjárinum fyri at fáa gongd á málskjótingina hjá liðnum. 

 

Alberto Moreno varð keyptur til felagið í summar, men sigast kann ikki, at spaniumaðurin hevur livað upp til forvæntningarnar. Og nú skrivar eitt annað enskt blað, Daily Star, at liðskiparin hjá italska Genoa, Luca Antonelli væntandi kemur til felagið. Sambært Daily Star hevði Luca Antonelli einki havt ímóti at blivið partur av hópinum hjá Liverpool. 

 

Simon Mignolet heldur fram við sínum misjavna spælið millum stengurnar, har tað skiftir millum tað vónleysa og tað mest ótrúliga, og viðhvørt í sama dysti. Tí eru eisini leysasøgur í ensku miðlunum um, at Liverpool ætlar at ogna sær Asmir Begovic hjá Stoke City. Bosniski, Asmir Begovic hevur áður verið á ynskilistanum hjá Liverpool, men teir valdu at satsa uppá Simon Mignolet.