Vænta at talið á netálopum økist

Netálop var á próvtøkurnar hjá fólkaskúlanæmingum í morgun.

Seinastu dagarnar hava fleiri stovnar og onnur uppliva, at tey eru vorðin útsett fyri sokallað netálop, har roynt hevur verið at lagt teirra heimasíður og servarar lamnar.


Seinast í røðini var skipanin í Próvstovan undir Mentamálaráðnum brúkar til próvtøkur hjá fólkaskúlanum. Tá næmingar í 8. flokkum í dag vóru til próvtøku, legði eitt álop skipanina lamna eina løtu. Men embætisfólk í Próvstovuni upplýsa, at álopið ikki hevði nakra ávirkan á próvtøkurnar, tí næmingarnir sótu á teirra egnu teldum og skrivaðu stílar, og brúktu harvið ikki skipanina har uppgávurnar verða goymdar.


Tað er Elektron, ið varðar av skipanini hjá Próvstovuni, og í kvøld verður upplýst, at talan var um eitt sokallað DDOS álop.


- Í dag var DDOS álop framt á heimasíður, sum verða hýstar hjá Elektron. Hetta viðførdi at skipanir, ið eru vendar móti internetinum ikki svaraðu í eina løtu.


Greitt verður frá, at tað í stóran mun er tilvild hvønn álopið rakar, men dentur verður lagdur á, at upplýsingarnir á skipanunum eru tryggar.


- Í stuttum er hetta eitt álop, har ein ella fleiri við vilja ovbyrja skipanir, ið eru vendar móti internetinum, soleiðis at skipanirnar ikki klára at svara. Hetta kunnu t.d. vera heimasíður og teldupostur.


- Tað er meira ella minni av tilvild, hvønn hetta rakar, og vert er at leggja til merkis, at upplýsingarnar ikki eru í vanda, og eftir at álopið er endað, eru allar upplýsingar tøkar sum vanligt.


Tíverri so metir Elektron, at álopini einans fara at veksa í vavi í framtíðini, men lovar, at arbeitt verður við at minka um vansan av álopunum.


- Tað kann væntast, at talið av hesum álopum heldur økist enn minkar.


- Sum er, ber ikki til at verja seg heilt móti hesum álopum, m.a. tí álopið kemur frá eini rúgvu av teldum. Internet útbjóðararnir arbeiða tó saman við televeitarunum fyri at minka vansan av hesum m.a. við teknikki og mannagongdum.