Vænta at selja út við 90.000 tons av alifóðuri

Eftirspurningurin eftir laksi hevur verið vaksandi seinastu árini orsaka av høga vøkstrinum á nýggjum marknaðum og støðugum vøkstri á siðbundnu marknaðunum

Eftirspurningurin eftir laksi hevur verið vaksandi seinastu árini orsaka av høga vøkstrinum á nýggjum marknaðum og støðugum vøkstri á siðbundnu marknaðunum. Søguliga tykist laksamarknaðurin at vera í javnvág  við einum árligum útboðsvøkstri á umleið 9 prosent. Vøksturin av altjóða útboðnum av aldum laksi verður væntandi áleið 5 prosent í 2015 og 2-4 prosent í 2016 í mun til árið frammanundan. Orsøkin til avmarkaða vøksturin er, at nógvir laksaframleiðarar eru um at røkka fulla nýtslu av verandi framleiðsluorku.

 

Bakkafrost væntar at taka 49.000 – 51.000 tons av laksi í 2015. Útsetingin av smolti hjá Bakkafrost verður væntandi um 10,4 milliónir smolt. Tøkumeting og útseting av smolti er altíð tengd at ávísari óvissu, m.a. lívfrøðiligu gongdini. Lívfrøðiliga støðan er sum heild góð í Føroyum. Bakkafrost arbeiðir áhaldandi við at tryggja eina burðardygga alivinnu.

 

Málið hjá Bakkafrost er, at umleið 40-50 prosent av aliframleiðsluni verður selt sum liðugvøra til fastar prísir. Søluavtalur fyri liðugvøru verða gjørdar fyri eitt tíðarskeið millum seks til tólv mánaðir. Bakkafrost hevur avtalað umleið 80 prosent av framleiðsluorkuni hjá liðugvørudeildini fyri restina av 2015.

Útlitini fyri framleiðsluni av mjøli og lýsi eru batnað, sum tøka rávøran til framleiðsluna er økt. Kvoturnar fyri svartkjaft í Norðuratlantshavi eru øktar, og tí metir Bakkafrost, at útlitini eru góð fyri, at neyðuga rávøran til framleiðsluna av hágóðsku laksafóðri er tøk.

 

Mett verður, at samlaða sølan av laksafóðri verður 83.000 – 87.000 tons í 2015. Mongdin er treytað av, hvussu stór sølan verður til aðrar alarar.