Vælkomin til Havnar á ólavsøku

Seinastu ólavsøkurnar hava verið øðrvísi, tí vit hava verið noydd at taka atlit til áhaldandi smittuvanda og avlýsa og ella broyta ávís tiltøk. Hesaferð venda vit aftur til siðbundnu ólavsøkuna, ikki bert við at endurtaka gamlar siðir, tí í veruleikanum er eingin ólavsøka lík aðrari, tí hvør tann einasta er nýggj og fær tað innihald, vit saman geva henni.

 

Havnin roynir at hava so nógv og gott at bjóða øllum sínum mongu gest­ um um summarið sum gjørligt. Alt samalt er tað við til at geva okkara vitjandi góðar upplivingar og rík minni. Hartil hava øki sum Vágsbotnur og trappan hesi árini veruliga staðið sína roynd sum góð konsert­ og festivalpláss. Talan er um breið og familjuvinarlig tiltøk, ið stimbra bæði eygu, oyru og allar sansir.

Ólavsøkan snýr seg um tann góða býin, at høvuðsstaðurin vísir seg frá síni bestu síðu. Vit leggja gerandis­ dagin frá okkum eina løtu, nú tjóðar­ hátíð er. Tað nógva av tiltøkunum mið­ savnar seg við økini við Vaglið, Niels Finsensgøtu og Tórsgøtu og Vágsbotn, gamla umhvørvið í miðbýnum, sum vit øll kenna so væl. Býurin broytist eisini. Mentan og matstovuvinna savnast í ávísum økjum, eitt nú er økið kring Vágsbotn vorðin ein sonn perla.

Vit laga sohvørt býin til at hýsa øllum teimum tiltøkum, sum hoyra høvuðsstaðnum til, um talan er um jólini, f laggdagin, grækarismessu ella ólavsøku. Aðalmálið er hugnin. Nú beint eftir ólavsøku fara vit í gongd við nýggju Havnará við Vaglið við tí eina endamálinum, at finna nakað av tí gamla hugnanum í miðbýnum fram­ aftur og at skapa eitt kveikjandi býar­ rúm.

Ólavsøkan snýr seg framvegis um tann góða felagsskapin, um ætt, vinir og kenningar, stuttleika og undirhald, álvara og gaman. Túsundtals fólk eru við til at skapa og skipa ólavsøkuna. Tórshavnar Ítróttarráð ger eitt stórt arbeiði við at skipa fyri undirhaldi,

sølubúðum og øðrum. Innihaldið í ólavsøkuni er broytt og vorðið ríkari gjøgnum árini. Í dag er ólavsøkan ein siðilig og virðilig hátíð.

Tað fegnast vit um, tí einki liggur okkum fremri á hjarta enn breiður trivnaður, har okkurt er til øll. Vegna Tórshavnar kommunu skal eg tí bjóða øllum at vera vælkomin á ólavsøku og vóni, at ólavsøkan enn einaferð hepnast væl og at øll fáa nakað gott burtur.

Hjartaliga vælkomin til Havnar, øll somul!

Vælkomin á ólavsøku.

Heðin Mortensen borgarstjóri