Sune Joensen her saman við abbasynunum Suna Hermann, Boga og Pæturi. Mestur roynir hann at leggja okkurt gott í hesar ungu menninar umborð á Westward Ho.

Vælaverk um sluppina komið út í bók

Sune Joensen hevur skrásett og teknað hvønn smálut og hvønn togenda á sluppini og greiðir í hesari bókini frá, hvussu hvørt sprek í farinum varð nevnt og brúkt

Sune Joensen her saman við abbasynunum Suna Hermann, Boga og Pæturi. Mestur roynir hann at leggja okkurt gott í hesar ungu menninar umborð á Westward Ho.

Sune Joensen í Havn, kendur sum stjóri á Brunatrygging, hevur skrivað bók um sluppina.

 

Talan er um stóra bók við harðari permu og við nógvum teknum av øllum lutum á eini slupp.

 

Sum forlagið Sprotin skrivar, so setur Sune Joensen við hesum verki ein sjaldsaman varða yvir skipið, ið legði lunnar undir føroyskan fiskiskap á fjarleiðum.

 

Hóast vrakað av onglendingum, komu hesi skip at verða grundstuðulin í føroyskum vinnulívi í langa tíð.

 

Tann fyrsta varð keypt í 1872. Tað eru tí 150 ár liðin, síðan sjøtul varð settur á tað virksemið, sum seinni kollvelti føroyska bóndasamfelagið.

 

Men hvussu sigldu menn tvørtur um høv við hesum førum? Hvussu vóru tey riggað?

 

##med2##

 

Sune hevur skrásett og teknað hvønn smálut og hvønn togenda á sluppini og greiðir í hesari bókini frá, hvussu hvørt sprek í farinum varð nevnt og brúkt.

 

Bókin, sum fæst til keyps í bókabúðum, kostar 348 krónur.

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

 

 

Sune Joensen her saman við abbasynunum Suna Hermann, Boga og Pæturi. Mestur roynir hann at leggja okkurt gott í hesar ungu menninar umborð á Westward Ho.