Væl av makreli undir Eysturgrønlandi

17 skip fiska makrel undir Eysturgrønlandi, og fiskiskapurin hevur verið góður ta seinastu vikuna.

Sambært grønlendska fiskimálaráðnum høvdu skipini fiskað knappliga 21.000 tons av makreli, tá ráðið gjørdi ta seinastu uppgerðina mánadagin.

 

Fiskimálaráðið í Nuuk sigur, at í fyrru helvt av juli fingu skipini millum 400 og 1.000 tons av makreli um samdøgrið, men síðani hava tey ligið millum 1.200 og 1.600 tons um samdøgrið.

Grønland hevur tillutað sær 100.000 tons av makreli í ár.