Vaðskítamentan

Eyðfinnur Jacobsen, advokatur
----




Sambært orðabókini, sum Sprotin gevur út, verður sagt, at ein vaðskítadagur er ein dagur tá maður drepur ikki livandi. Og at draga vaðskít er at draga snørið upp við ongum fiski á. Hugtakið verður av føroyingum eisini brúkt um annað virksemið enn fiskiskap, sum gongur illa.
Vit føroyingar hava einki ímóti vaðskítum. Vit sláa manngarð um teir, um onkur hættar sær at seta spurnartekin um teirra virksemið. Men, tað løgna er, at vit føroyingar sjáldan sláa manngarð um teir, ið hava framt avrik, sum ganga væl og eru til frama fyri teir, ið avrikið hava framt, og samfelagið annars.
Hví gleðir tað ikki føroyingar, tá ein vinnufyritøka vinnur nógvan pening?
Hví hava føroyingar lyndi til at verja eina vinnufyritøku, sum er farin á heysin og elvt til stór tap hjá bæði privatum og tí almenna?
Í hesum døgum verða almannakunngjørdir ársroknskapir hjá vinnufeløgum fyri árið, sum fór. Sjáldan, fyri ikki at siga ongantíð, er ein viðurkennandi ella eggjandi viðmerking at síggja frá almenninginum, tá fyritøkan boðar frá góðum úrsliti. Hinvegin síggjast ofta viðmerkingar um, at so eigur felagið at lækka prisin á vøruni ella tænastuni, tað selur.
Vit hava í hesum blað lisið um vinnufyritøkur, sum eru farnar á húsagang og elvt til stór tap hjá landskassanum fyri miss av mvg, sum fyritøkan hevur kravt inn og havt í varðveitslu fyri ta almenna, men sum fyritøkan hevur brúkt til at rinda sínar egnu útreiðslur við, heldur enn at bera landskassanum.
Enn havi eg ikki sæð persónar, sum hava havt leiðsluna um hendi í hesum vinnufeløgum, alment biðið um umbering, men mangan sæð teir givið til kennar, at teir kenna seg órættaðar av slíkari skriving. Og Ikki sjáldan sæst, at føroyingar sláa ein verjandi manngarð um fyrrverandi leiðslurnar av slíkum vinnufeløgum.
Uttan í heimi verða góð úrslit hjá vinnulívinum lovprísa og tey, sum standa á odda fyri slíkum fyritøkum skapa virðing millum manna.
Í botn og grund er hetta ikki annað enn natúrligt, meðan verjan av vaðskítaavrikum er ónatúrlig.
So, góðu landsmenn, er tíðin ikki komin til sjálvrannsakan?
Er tíðin ikki komin at taka í egnan barm og ynskja teimum tillukku og góðan byrð framyvir, sum duga at fáa virksemi at rigga og geva avlop?
Gott vikuskiftið.