Forsetin í Afghanistan, Hamid Karzai, váttar nú, at stjórn hansara er í samráðingum við Taliban um ein friðarsáttmála.
Blaðið Washington Post visti fyri stuttum at siga frá loyniligum samráðingum millum Karzai-stjórnina og Taliban, og í samrøðu við amerikanska sjónvarpið CNN váttar forsetin tíðindini.
-Vit tosa við Taliban sum landsmenn. Hetta eru ikki almennar samráðingar, men óalmennar og persónligar, sigur Karzai í samrøðu við Larry King.
Í síðstu viku góðkendi Hamid Karzai eitt serligt friðarráð, sum fekk heimild til at samráðast við Taliban um ein friðarsáttmála. Í ráðnum eru politikarar, krígsharrar, átrúnaðarligir leiðarar og fyrrverandi Taliban-leiðarar.










