Vátt um vikuskiftið

Køld luft streymar av norðri og útnyrðingi oman yvir Føroyar og hósdagin nærkast eitt brúgvalag av suðri. Um vikuskiftið nærkast nýggj brúgvaløg av suðri og tað verður nakað lýggjari.

 

Í dag verður sum frá líður lot til andøvsgul av útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Skýggjað og fyri tað mesta turt. Hitin millum 10 og 13 stig.

 

Mikunáttina verður lot til andøvsgul av útnyrðingi ella ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Turt og sólglottar og hitin millum 9 og 12 stig. Um náttina snarar hann í ein eystan og verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Tað verður skýggjað og hitin millum 4 og 9 stig.

 

Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s, um náttina fer hann í ein norðan og makar nakað. Regn av og á, men eisini sólglottar. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 12 stig.

 

Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s, sum út á dagin snarar í ein eystan. Okkurt ælið, men eisini sólglottar. Hitin um dagin um 12 stig. Um náttina øtlar hann vindin og verður andøvsgul upp í ein strúk av eystri og landsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og út á náttina fer at regna. Hitin um 10 stig.

 

Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av eystri og landsynningi, 8 til 13 m/s, sum snarar í ein sunnan og verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og stundum regn. Hitin alt samdøgrið millum 9 og 13 stig.

 

Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Regn ella ælaveður, men eisini onkrir sólglottar. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 15 stig.