Hetta eru frásagnir, sum hava staðið í tíðarritum og bløðum, ella sum eru komnar út í bók. Framsýningin læt upp fyri almenninginum hóskvøldið klokkan 20 við lítlari samkomu á Landsbókasavninum. Turið Sigurðardóttir og Heini Olsen at hugleiddu um ferðir og ferðing, og aftaná verður so høvi at síggja framsýningina.
Á framsýningini sæst at væl er til av ferðafrásagnum, sum føroysk ferðandi hava skrivað. Talan er um bæði styttri frásagnir og um heilar bøkur. Og hesi fólk hava ferðast víða. Føroyingar hittast sanniliga allastaðni.