Vátt nakrar dagar afturat

Eitt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi fer í ein sunnan og eitt tilhoyrandi brúgvalag beint norðan fyri Føroyar fer longur norður. Eitt nýtt lágtrýst nærkast Íslandi og tey tilhoyrandi brúgvaløgini við vindi og regni, koma inn yvir Føroyar av útsynningi og suðri. Týsdagin fer enn eitt lágtrýst framvið beint vestan fyri Føroyar á veg í ein norðan. Seinni í vikuni mennist eitt hátrýst við Ísland, við lágtrýstum sunnan og eystan fyri hátrýstið.

 

Í dag

Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, men um kvøldið øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Fyrst turt og sólglottar, men út á dagin skýggjað og seinnapartin regn. Í kvøld andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s, sum lækkar í ein sunnan. Skýggjað og regn. Hitin millum 6 og 10 stig.

 

Í morgin

Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum snarar í ein útsynning og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 1 5m/s. Skýggjað og regn, men seinnapartin lkárar í og tað verður turt og møguliga sólglottar. Hitin millum 10 og 12 stig. Um náttina framvegis stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Sum frá líður skýggjað og út á náttina regn ella ælaveður av suðri og hitin niður í 8 stig.

 

Mikudagin

Hann makar vindin í gul til stívt andøvsgul av suðri, 6 til 10 m/s. Okkurt æl, men eisini møguliga sólglottar og hitin um 10 stig. Um náttina makar hann vindin í lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt og stundum klárt og hitin millu 4 og 7 stig.

 

Hósdagin

Lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 m/s, sum um kvøldið snarar í ein eystan. Sólgottar og okkurt æl. Hitin millum 10 og 12 stig, um náttina millum 4 og 7 stig.

 

Fríggjadagin

Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og turt. Hitin um 10 stig, um náttina millum 4 og 7 stig.

 

Leygardagin

Eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin millum 7 og 10 stig.